Medaljudagur
Róðrarfelagið Knørrur hevði eina góða Norðoyastevnu 2012. Jallurin vann gull hjá dreingjum og smágentum, Pílur vann bronsu hjá smádreingjum, og hjá smágentum fingu Tambar og Pílur eitt sætta- og sjeyndapláss í sínum róðri.Her eru nakrar myndir frá degnum. Glaðir Jalsdreingir eygleiða róðursmannin hevja steypið.
Tað var sera tætt millum Teistan og Jallin, sum tó átti munin, tá ið samanum kom.
Smágenturnar á Jallinum vunnu eisini gull. Her eru tveir glaðir rógvarar.
Christian á Jallinum var eisini stoltur sum ein pávi.
Smádreingirnir á Píli vóru sanniliga eisini raskir og vunnu bronsumerkið í sínum róðri.
Jallurin, tvífaldur gullvinnari á Norðoyastevnu 2012.