Feløgini tippa: Favorittarnir á norðoyastevnu

Fyrr í ár ringdi eg runt til øll kappróðrarfeløgini í landinum fyri at frætta, hvussu stóð til við at manna bátarnar. Eg fekk eina rættiligani góða ábending um flotan og havi nú ringt aftur til feløgini og biðið tey sagt, hvørjir av teimum mannaðu bátunum, tey vænta fara at vinna í teimum ymisku bátastøddunum á Norðoyastevnu 2. juni.Róðrarsambandið kunngjørdi ein tilmeldingarlista yvir manningar í seinastu viku. Listin var ikki heilt eftirfarandi, av tí at onkur feløg høvdu meldað bátar til eftir gomlu lógini hjá Róðrarsambandinum. Tí eru møguliga onkrar feilstemmur ímillum í hesi grein, tí kanska er báturin ikki mannaður. Men tó, so eru mær vitandi allir bátar, ið eru tippaðir sum favorittar ella nr. 2, mannaðir. Tippingin er gjørd út frá nýligani kunngjørda listanum hjá Róðrarsambandinum. Kanningin er gjørd um mánaðarskiftið februar/mars og út frá tí vitan um flotan, eg annars havi, og eg havi roynt at ráðført meg við tær ymisku nevndirnar, har eg havi vitað við vissu, at skeivleikar hava verið.Eg havi ikki tikið barnaróðurin við í hesi kanning, av tí at tað hendir seg, at summar barnamanningar ikki luttaka í øllum róðrum, og tí er ilt at vita, hvør er við á Norðoyastevnu og ikki.Fimmmannafør, genturVinnarin av 5 mf. gentum var við stórum meiriluta Hvassi. Úrslitið av nr. 1 og 2 eru her:Hvassi 18 stemmur,Ørnin 2 stemmur.Síðan vóru nakrir bátar, sum høvdu fingið eina stemmu.Fimmmannafør, dreingirHjá 5 mf. dreingjum var munandi tættari í stemmunum.Nummar 1 gjørdist Jallurin við 6 stemmum,nummar 2 Drekin við 5 stemmum,og nummar 3 Teistin við 3 stemmum.Fleiri aðrir bátar fingu 1 og 2 stemmur.Mækir í Jákupsstovu rør við Jallinum. Áðrenn hann visti úrslitið av tippingini, bað eg hann gita, hvønn hann væntaði, at feløgini høvdu stemmað uppá. Mækir svaraði, at hann væntaði, at tey hava stemmað Jallin sum favoritt, og rætt hevði hann. Eg spurdi hann, hví hann helt, at tey høvdu stemmað á Jallin: “Tað er tí, at vit gjørdu eitt gott inntrykk í fjør við at vinna føroyameistaraheitið á Ólavsøku. Eg havi ikki hoyrt um nakra manning í ár, sum er nógv betri enn hinar, so tí vænti eg, at tey hava stemmað okkum. Eg veit ikki, um tey hava tippað rætt ella skeivt. Eg áni ikki, hvør fer at vinna. Vit bíða bara til Norðoyastevnu fyri at siggja, hvat úrslitið verður.”Fimmmannafør, kvinnurKappingin hjá 5 mf. kvinnum gav hetta úrslit:Blikur er favorittur við 10 stemmum,Havfrúgvin nummar 2 við 6 stemmum,og Firvaldur nummar 3 við 5 stemmum.Kristina Kambsgarð Sørensen á Firvaldi væntar, at tær eru stemmaðar sum favorittar, áðrenn eg havi sagt henni úrslitið. Men tá hon hoyrir úrslitið, gerst hon ikki kløkk. “Eg skilji væl, at tey valdu Blik sum favoritt, tí onkur føroyameistari frá Junkaranum í fjør er við har, so tað er upplagt at tippa tær. Men eg vænti, at tey taka feil. Eg haldi, at vit skuldu verið stemmaðar til favorittar, tí tað gongur ordiliga væl til venjingar, og vit hava eina góða manning,” sigur Kristina.Seksmannafør, kvinnurHjá 6 mf. kvinnum er eingin ivi heldur um, hvønn nevndirnar í hinum kappróðarfeløgunum kring landið hava sum favoritt.Hvessingur fær 17 stemmur,Páll Fangi fær 4 stemmur.Eg ringdi til Lilly Hansen, sum rør við Páll Fanga, fyri at spyrja hana, hvør hon væntaði, var favorittur á Norðoyastevnu. Hon væntaði, at Hvessingur var favorittur, og hetta var rætt, segði eg. Hon helt, at tað komst av tí, at tær hava vant í so nógvar mánaðir og eru nógvar tær somu sum í fjør, og tær eru eisini væl fyri. Lilly sigur víðari: “Eg haldi heldur ikki, at fólk fara skeiv, við at lata tær vera favorittar á Norðoyastevnu, tí tær hava trenað longur. Men vit eru eisini góðar. Taka vit tær ikki hesa stevnuna, so taka vit tær seinni. Alt skal klikka perfekt saman, fyri at vit skulu vinna á Norðoyastevnu, men vit hava sjálvandi góðar vónir og fara uttan iva eftir tí. Vit eru ein nokkso roynd manning, men hava ikki allar róð saman. Vit eru eisini væl fyri til tað, men hava bara ikki vant á FM-kappróðrarstøði líka leingi sum kappingarneytarnir, men eru tó ikki langt frá. Fólk rundan um okkum halda, at tað sær gott út, og at báturin gongur væl.”Valborg Hammer rør við Hvessingi og væntar eisini, at tær eru favorittar millum feløgini. Hon sigur, at um hon róði við ella ikki, so hevði hon nokk hildið, at Hvessingur var favorittur. Orsøkin er, at tær vóru beint ov stuttar í fjør at vinna føroyameistaraheitið á Ólavsøku og eru nógvar tær somu sum í fjør. Páll Fangi byrjaði eisini munandi seinni at venja enn Hvessingur, so tí er tað ein góð ábending frá hennara síðu. Eg segði henni síðani, at tær vóru klárir favorittar, og til tað sigur Valborg: “Eg veit ikki heilt, um eg hevði verið yvirbevíst um tað, uttan at fáa tað at vita her. Eg havi hoyrt frá so nógvum, at Páll Fangi er góður og altíð er í góðari venjing, og tær hava nógvar royndir í kappróðri, so eg dugi væl at ímynda mær, at fleiri fólk hildu, at tær fóru at vera favorittar.Seksmannafør, mennHjá 6 mf. monnum eru tveir bátar, sum hava fingið fleiri stemmur.Lómur er nummar 1 við 10 stemmum,Riddarin nummar 2 við 8 stemmum.Høgni Jacobsen á Lómi gitar, at nevndirnar hava stemmað Lóm sum favoritt, og hetta játti eg. “Tað má vera tí, at tað er so gott sum sama manning, sum heldur fram frá 2011, og hinar manningarnar hava havt fleiri útskiftingar. Eg vænti eisini, at vit eru favorittar og hava góðan kjans at vinna, um alt gongst, sum ætlað. Eg vænti, at Skúgvur og Riddarin báðir verða stórir kappingarneytar, og allarmest hopi eg upp á tætta kapping millum fleiri bátar, tí tað er tað stuttligasta,” sigur Høgni.ÁttamannaførMiðvingur fær 10 stemmur,Argjabáturin fær 7 stemmur,Gullbrandur fær 6 stemmur.Tað kann sigast út frá tippingini, at tað møguliga fer at verða ein tøtt kapping. Ikki eyðnaðist okkum at fáa viðmerking frá nøkrum 8 mf rógvara.TíggjumannaførSuðuroyingur er nummar 1 við 12 stemmum,Vestmenningur og Klaksvíkingur hava báðir 5 stemmur hvør.Bjarni Hammer rør við Suðuroyingi og væntar, at Klaksvíkingur er favorittur. Tá eg sigi honum, at hann rør við bátinum, sum er stemmaður sum nummar eitt, sigur hann: “Tað er bara gott at fáa tað at vita. Vit føla okkum ikki sum favorittar, tí vit hava ikki roynt 10 mannafør fyrr. Vit eru ikki undir pressi, tí vit hava einki at samanbera við. Vit skulu bara royna at bliva so góðir sum gjørligt og hopa, at tað røkkur. Vit vistu, vit vóru góðir, men eg visti ikki, at fólk væntaðu so nógv av okkum.” Eg spurdi hann, hvør hann væntaði fór at verða størsti kappingarneytin. “Eg dugi ikki at meta um, hvør okkara nærmasti kappingarneyti verður, tí allir eru nokk væl fyri, og kappingin verður hørð,” sigur Bjarni.

Forrige
Forrige

Medaljudagur

Næste
Næste

So leggja vit árarnar út aftur