Herningur fleiri skipslongdir fremstur

Tað vísti seg at vera ein reinur avgreiðsluspurningur hjá okkara masters í seksmannaførum kvinnum. Við 28 sekundum aftur til Lóm á øðrum plássi var talan um einki minni enn ein avsmurning fyri hinar bátarnar.Afturat greiða sigrinum í sínum róðri róðu kvinnurnar á Herningi málið 9 sekund skjótari enn Páll Fangi í vanliga bólkinum fyri  seksmannafør kvinnur. Vit kunnu tí staðfesta, at her eru knotur í, hóast man skal vera varin við at sammeta tíðir millum róðrar.Men tað er nú ikki hvør sum helst, sum mannar Herning. Harða kjarnan stavar frá góðu gomlu døgunum hjá Jarnbardi, Katrin Olsen, Signhild Petersen, Gunrid Jóanesarson, Kerstin Laksáfoss, Brynhild Klein og Katrin Rubek Nielsen. At halda stýr á hestakreftunum hava tær fingið sær royndu róðurskvinnuna Rúnu Jakobsen, sum vit kenna frá Sílinum og Gongurólvi.Við hetta lag sær næstan út til, at hjá okkum viðhaldsfólkum er bara at lena seg afturá og bíða eftir restini av sigrunum. Væl at merkja um tær ikki gera bart og bjóða yngru kvinnunum á Páll Fanga, Hvessingi og Rádna av seinastu tveir róðrarnar.Herningur er annar Jarnbardur í røðini av trimum. Hann skifti navn tá nýggi Jarnbardur kom í 2009. Báturin, sum nú eitur Herningur, er mest vinnandi bátur nakrantíð í føroyskum kappróðri.

Forrige
Forrige

Bronsa til Ormin Langa

Næste
Næste

Startrøðin á fjarðastevnu