Bronsa til Ormin Langa

Hjá tíggjumannaførunum masters rakk róðurin í Vestmanna til eitt bronsuheiðursmerki, og var manningin ógvuliga fegin og errin um úrslitið.Mikukvøldið fyri stevnuna vórðu síðstu mennirnir fingnir uppá pláss, og lagt varð til brots. Hugurin var góður, og vónirnar ikki minni góðar. Tað er soleiðis vit røkka úrslitum, sigur Rúni Joensen, bátsformaður.Ormurin Langi verður við aftur bæði á vestanstevnu og á ólavsøku, og farið er longu undir at finna mennirnar til komandi leygardag í Sandavági.

Forrige
Forrige

Genturnar á Píli rukku sínum máli

Næste
Næste

Herningur fleiri skipslongdir fremstur