Framtíðin í RK er tryggjað
Í barnaróðrinum við gentum hevur RK ikki minni enn tvær manningar, sum báðar hava aldur til barnaróður komandi ár. Talan er um Píl og Tambar.Hóast bátarnir báðir fyri stóran part eru við fyri at læra, verður sjálvandi farið eftir so góðari plasering, sum gjørligt. Og úrslitini hava verið heilt hampulig.Pílur vann sær eitt fimtapláss á fjarðastevnu, bara skutin aftanfyri Jónfrúnna. Og hóast Tambar ikki megnaði tað hesuferð, so plagar hann eisini at leggja onkran av hinum bátunum afturum seg.Báðir bátarnir verða við aftur næsta leygardag, so spennandi verður um ikki onkur teirra hálar seg enn longur fram.