Dreingirnir á Píli í barnaróðri halda tørn

Við trimum bronsum og tveimum fjórðaplássum hava dreingirnir á Píli í barnaróðri megnað at bitið seg rættuliga fastar á einum samlaðum triðjaplássi í FM kappingini.Kortini er lagt upp til nakrar spennandi róðrar komandi leygardag og á ólavsøku nú fleiri bátar eru farnir at bjóða av um bronsuna á sjálvari stevnuni.Og hóast Pílur hevur nakað at geva av áðrenn samlaða triðjaplássi er í vanda, vóna og vænta vit, at okkara dreingir hava bæði vilja og evni at seta hinar uppá pláss. Spennandi verður at fylgja teimum.

Forrige
Forrige

Jallsdreingir í harðari kapping

Næste
Næste

Framtíðin í RK er tryggjað