Bárður Skorheim Guttesen formaður í RK
Formaðurin í Róðrarfelagnum Knørri farna árið, Sámal Kristiansson, er fluttur til Danmarkar at lesa. Nevndin hevur tí á fundi í dag, 9.9.2018, gjørt av, at Bárður Skorheim Guttesen verður formaður tað, sum eftir er av hesum nevndarskeiðnum fram til aðalfundin í desember.
Tí nevndin var sammælt um, at best er at hava ein formann, sum er á staðnum. Tað ger tað lættari hjá nevndini at arbeiða.
Bárður hevur verið formaður Róðrarfelagnum Knørri áður og kennir leiklutin væl, so nevndararbeiðið hjá RK í góðum hondum. Sámal, sum hevur verið formaður síðan 28. august 2017, heldur áfram sum nevndarlimur og er við so nógv, sum hann kann. Tíbetur.
Hjartaliga til lukku, Bárður, og túsund takk fyri, Sámal.