Annika Olsen, borgarstjóri: Vit eru stolt av tykkum!
Í gjár varð manningin á Orminum langa heiðrað av Tórshavnar kommuna fyri FM-sigurin hjá tíggjumannaførunum í ár. Hetta var í móttøkuhúsinum hjá kommununi í Tróndargøtu.
Tey vóru ógvuliga gestablíð hjá kommununi, og Annika Olsen, borgarstjóri, bar manningini á Orminum Langa og umboðum fyri Róðrarfelagið Knørr eina sera vakra heilsan. Í næstum verður móttøka fyri hinum vinnandi manningunum hjá róðrarfeløgunum í Havn.
Niðanfyri er heilsanin, sum Annika Olsen, borgarstjóri, bar fram á móttøkuni.
-
Móttøkuhúsið, 28. august 2018
Góðu tit øll, manning á Orminum Langa og umboð fyri Knørrafelagið.
Hjartaliga vælkomin í móttøkuhúsið. Eg kann nevna, at móttøkuhúsið hjá Tórshavnar kommunu er einasta veruliga móttøkuhús í landinum. Húsið verður brúkt sum alment móttøkuhús, tá eitt nú forsetar og tey kongaligu vitja, men eisini til onnur høvi, har tørvur er á virðiligum umstøðum í ymsum sambondum, eitt nú í sambandi við FM, EM og VM-kappingar innan fleiri ítróttargreinir.
Og sum føroyameistarar í tíggjumannafarsróðrinum 2018, eiga tit sjálvsagdan lut í hesum møguleika.
-
Hósdagin í farnu viku fingu tit fína vitjan, tá Fríðrikur krúnprinsur við fylgi ikki gjørdi mætari enn at støkka inn á gólvið í neystinum í Evensens pakkhúsi, har bátarnir hjá Knørrafelagnum standa. Her greiddi Heini Hátún eldhugaður frá stoltu søgu felagsins og ikki minst um okkara serligu søgu viðvíkjandi árabátinum.
Tað var nú ikki smávegis, tit gjørdu burturúr hendan dagin – eisini á Facebook – millum annað tí at tit høvdu skipað tykkara egnu Se & Hør-brigadu til at avmynda hesa stórhending!
Alfred Gullbein hevði smíðað krúnprinsinum ein borðabát – sigst, tað er tann seinasti, áðrenn Alfred leggur knívin á hillina – og sum tann óføri ítróttamaður, krúnprinsurin er, so var hann sera áhugaður í at hoyra um føroyska róðrarmentan.
Hetta er nokkso stuttligt, at Knørrafelagið nú var vertur fyri komandi danmarkarkongi, tí tað var vist miðskeiðis í áttatiárunum, at nakrir ungir havnardreingir ætlaðu sær at rógva kapp. Til tað má mann hava ein bát og teir keyptu sær eitt áttamannafar og kallaðu tað Knørr.
Bara ein av teimum hevði hildið á eini ár fyrr – men tá ólavsøkan var av, tá vóru teir føroyameistarar!
Hetta er stutta útgávan av eini sera stuttligari ítróttarsøgu. Fyri 10 árum síðan fekk felagið sítt fyrsta tíggjumannafar – tað var Ormurin Langi. Síðan royndu tit Norðingin, gamla Eysturoying, men nú fingu tit so nýggjan Orm, sum tit nú hava vunnið føroyameistaraheitið við.
Eg veit, at tit framvegis hava fyrsta Ormin, og at tit kalla hann Kongin – kanska hesin nýggi hóskandi fær heitið Krúnprinsurin, tá hann eina ferð verður stúvaður burtur ella sendur á Bátasavnið.
-
Knørrafelagið hevur mangan imponerað – kanska serliga stuttligt hevur tað verið hjá okkum konufólkum at síggja kvinnurnar á Jarnbardi smyrja alt av einar 15 ferðir síðan fyrst í nítiárunum. Tað var eisini stuttligt á ólavsøku, tá Vinjard skrivaði á heimasíðuni, at old girls við Jarnbardi høvdu vunnið fyri túsundu ferð.
Tambar gjørdist føroyameistari fyri fyrstu ferð, báðir Jallarnir vóru á pallinum og samlaða úrslitið var trý ólavsøkugull og tvey ólavsøkusilvur.
Men í ár er tað Ormurin Langi, sum serliga hevur stolið myndina, og sum nú fyri fyrstu ferð fór avstað við FM-heitinum.
Eg havi hug at lesa eitt stuttligt brot av heimasíðu tykkara, sum lýsir, hvussu fløkt tað heila kann vera:
"Umborð á Orminum Langa sita tíggju vaksnir menn og ein dama. Búsitandi kring landið hava tey savnast hvønn dag í einum neysti í Kollafirði fyri at rógva í einum báti úr Havn. Alt eftir, hvussu tú spyrt, so telur manningin onkustaðni millum níggju havnarmenn, fimm hoyvíkingar, fýra bíggjarmenn, ein sandoying, ein viðoying, ein skálamann, ein húsvíking, ein íslending og ein skálvíking.
"Ja, tað er ikki altíð lætt at finna útav. Men so skal eg skunda mær at siga, at tað ger tað avgjørt ikki verri, at tit vunnu á akkurát Klaksvíkingi, sum var einasti bátur, ið kundi hótta tykkum.
Sostatt gjørdust tit bæði ólavsøkuvinnarar og føroyameistarar.
Líka mikið, so eru vit stolt av tykkum, og eg skal vegna Tórshavnar kommunu ynskja tykkum hjartaliga tillukku við føroyameistaraheitinum og ynskja tykkum blíðan byr víðari.
Hjartaliga til lukku!
Annika Olsen,
borgarstjóri
Kelda og mynd: Tórshavnar kommuna á Facebook