Stuðlar

Sum stuðul tekur tú eitt tak saman við kappróðrinum og fyri møguleikanum hjá børnum og ungum at royna bát og sjógv.

 

Hvat fært tú afturfyri?

Tað eru fleiri møguleikar. Set teg í samband við nevndina, so finna vit fram til tað besta saman.

Neystini og Tollbúðin

Róðrarfelagið Knørrur heldur til í Álakeri, í gamla neysti á Skálatrøð og í Tollbúðini á Eystaru bryggju.

Í Álakeri og gamla neysti eru bátarnir. Har eru vit á vári og sumri. Í Tollbúðini eru maskinurnar og vektirnar. Har eru vit á heysti og vetri.

 

Róðrarfelagið Knørrur í Álakeri.