Snið

Arkitektoniskt verður neystið ein nýtulking av tí klassiska føroyska neystaskapinum.

Við originalum linjum og stórum og ljósum vindeygum letur tað upp út ímóti sjónum og stendur sum ein virðiligur vælkomuviti við sjálvan havnarmunnan.

Svartur rimaklædningur hevur eyðsýndar røtur aftur til gomlu neystini og mattjar tað ráa betongið og opnu vindeygafasaduna. Karismatiska mønulinjan fornoktar ikki sítt upphav. Samansetingin av betongi og timbri verður eitt stýrandi tema og fer at karakterisera mentanina við sjóvarmálan – siðvenja, ítróttur og felagslív skulu síggjast aftur í øllum, og robusta nýtslan – bátadráttur, tilrigging, lív og virki kring siðbundnu træbátarnar – mynda byggingina.

Soleiðis er neystið samtykkjandi í tí gamla og supplerandi í tí nýggja.