NEYSTIÐ
Bátahúsið í Álakeri
Róðrarfelagið Knørrur fer skjótt at byggja.
Sum rógvarar og býarbørn fara vit at reisa tí føroyska bátinum eitt alment hús, har øll kunnu fáa lut í lívinum kring bátin og læra tað vakra tjóðareverk at kenna.
Húsið fer at eita Neystið – bátahúsið í Álakeri. Her kanst tú lesa um húsið, hvussu tað verður fíggjað, hvussu tað fer at síggja út, og hvat tað fer at innihalda.
Once Upon a Time
Søgan um Róðrarfelagið Knørr
Á vári í 1985 vildu nakrir havnardreingir rógva kapp. Teir keyptu eitt áttamannafar og kallaðu bátin Knørr, tí tað var eitt vakurt navn.
Teir vóru óroyndir, men ágrýtnir, og fingu skopuningin Hans Joensen, Hvíta Hans, at leggja lag á. Tá árið var úti, vóru teir føroyameistarar.
Soleiðis byrjar søga okkara.
Gamli bátur hýkur nú á Tjóðsavninum, men eftir hann eru mongu løturnar – og har er felagið, har ung og gomul enn gleðast við bát og sjógv.
Nú taka vit næsta tak.
Og bumm, so var tað har
Hugskotið til Neystið
Tað var ein sáttligan sunnudag í 2013. Niðri í Havn var kvirt. Likkurnar stóðu fram við kaikantinum og syvjaðu, og út fyri Evensens lógu vit og bíðaðu eftir fólki – hangandi dovisliga fram á árarnar, í lágligum práti tveir og tveir ella burturi í egnum tonkum.
Og bumm, so var hugskotið har: at vit áttu at gjørt eitt alment neyst, sum í senn er søgustaður, bátasmiðja og rógvaraheim, og sum skapar kontakt út á sjógv. Tankin fekk fatt, og nú, tá ið vit fara at byggja í Álakeri, hava vit tikið tankan við okkum og fara at byggja húsið har.
Har liggur tað eisini væl, og um nøkur ár, tá Álaker verður strandpromenada í Havn, verður tað eitt smørhol.
Har tað rýkur av søgu og angar av træ
Inni í Neystinum
Neystið verður eitt kraftarhús fyri tann føroyska bátin og sambandið við sjógvin. Eitt maritimt Glade Hjørn.
Her hoyra vit um týdningin av bátinum í menningini av Føroyum sum samfelag, her klinka og smíða vit úr nýggjum, og vit flota og rógva av hjartans lyst.
Húsið verður í trimum hæddum. Á miðhæddini verða søgustaður, bátasmiðja og kafé. Niðast verða bátarnir og rógvingin hjá Róðrarfelagnum Knørri ein virkin partur av húsinum og skapa samband út á sjógv. Ovast verða skrivstovur og umsiting.
Her fara føroyingar og ferðandi, ung og gomul, at kunna sansa og royna okkara tjóðarhandverk, og tann, sum bara vil støkka inn á gólvið, kann fáa sær ein koppi av kaffi.
Slík hús eru aðrastaðni. Tak Shetland Museum and Archives við gomlu havnina í Lerwick, Vikingeskibsmuseet í Roskilde, Oselvarverkstaden í Os og Hardanger fartøyvernsenter. Øll eru hesi við til at skapa lív, lærdóm og felagsskap um bátin.
Tað er tann vegin, vit fara.
Eitt tak fyri siðaarvin
Neystið og føroyskt bátasmíð
Í 2008 skrivaðu Føroyar undir UNESCO-sáttmálan um verju av siðaarvi. Við honum hava vit bundið okkum til at varðveita ta vitan og mentanarvenju, tey gomlu góvu okkum.
Í 2021 kom føroyskt bátasmíð undir sáttmálan, og síðan er nógv gjørt fyri at varðveita henda siðaarv. Tjóðsavnið gongur á odda í arbeiðinum, og Neystið kann gerast ein týðandi viðleikari.
Álitið Føroyskt bátasmíð nevnir eisini fleiri grundleggjandi átøk, sum Neystið kann vera við til at fremja. Til dømis samstarv millum skúlar og livandi søvn og millum ferðavinnu og bátasmíð.
Álitið staðfestir eisini, at tað er avgerandi neyðugt at miðla bátin og bátasmíðið til børn og ung. Serliga eru upplivingarnar í sambandi við bátin týdningarmiklar.
Ikki minst á hesum øki kann Neystið gerast ein natúrligur samstarvsfelagi hjá myndugleikum, stovnum og øðrum, sum arbeiða fyri at varðveita og styrkja tann føroyska siðaarvin.
Snið
Ein dansur millum gamalt og nýtt
Arkitektoniskt verður Neystið ein nýtulking av tí klassiska føroyska neystinum. Við originalum linjum og stórum, ljósum vindeygum letur húsið upp út ímóti sjónum og stendur sum ein virðiligur vælkomuviti við havnarmunnan.
Svarti rimaklædningurin hevur eyðsýndar røtur aftur til gomlu neystini og mattjar við ráa betongið og opnu vindeygafasaduna. Karismatiska mønulinjan fornoktar ikki sítt upphav og harmonerar við verandi bygging í økinum.
Samansetingin av betongi og timbri verður eitt stýrandi tema og fer at karakterisera umhvørvið. Siðvenja, ítróttur og felagslív síggjast aftur í øllum. Robusta nýtslan – dráttur, tilrigging og siðbundin róðrarmentan – mynda byggingina.
Soleiðis verður Neystið ein dansur millum gamalt og nýtt.
Tíðarætlan, kostnaður og fígging
Tíðarætlan
Byggingin av Neystinum byrjar ætlandi í september 2026 og verður liðug í september 2029.
Kostnaður
Neystið verður mett at kosta 45 milliónir krónur at byggja. Við afturrindan av meirvirðisgjaldi verður talan um 36 milliónir krónur.
Fígging
Byggingin verður fíggjað við eginpeningi hjá Róðrarfelagnum Knørri og við stuðli frá grunnum, myndugleikum og øðrum, sum vilja vera við til at varðveita og styrkja føroyska siðaarvin.
Eigaraskapur og leiðsla
Um hvør fer at eiga – og hvør fer at reka og menna Neystið
Róðrarfelagið Knørrur fer at eiga Neystið.
Til at reka og menna tað velur aðalfundur felagsins eina neystanevnd við fimm limum. Tveir av limunum verða valdir sum innanhýsis umboð fyri felagið, og tríggir verða valdir sum uttanhýsis umboð við førleikum til at reka og menna Neystið í samsvari við endamálið við húsinum.
Neystanevndin situr eitt ár í senn og skipar seg sjálv. Nevndin tekur allar avgerðir, ið hava við rakstur, menning og fíggjarviðurskifti hjá Neystinum at gera.
Róðrarfelagið Knørrur hevur nýtslurættin til niðastu hædd og samstarvar við neystanevndina um virksemið á hæddini.
Verður Neystið ikki ført fyri at røkja sínar gjaldsskyldur, velur aðalfundurin hjá Róðrarfelagnum Knørri ein avtøkustjóra, sum ger upp ogn og skuld. Møgulig nettoogn verður latin Neyðhjálp Fólkakirkjunnar.
Dropar…
Ábyrgd
Byggiharri
Róðrarfelagið Knørrur
Bygginevnd
Jógvan Elias Jakobsen, formaður
Ninna Herdis Danielsen
Sjúrður Gullbein
Mikael Viderø
Eyðfinn Guttesen
Samband
Skriva ella ring til okkara
Róðrarfelagið Knørrur
att.: Neystið
Postboks 1062
FO-110 Tórshavn
tel. 739500
neyst@rk.fo