Bátasmiða

Hin føroyski árabáturin er ein týðandi lutur í søgu Føroya og var í øldir ein fortreyt fyri, at fólk kundi lívbjarga sær í oyggjunum.

Leggja vit afturat vakurleikan og handverkið í bátinum er skjótt at koma til ta niðurstøðu, at hann er ein vakurleikans varði í menning okkara sum tjóð.

Ásannandi hetta skal neystið eisini vera eitt dynamiskt mentanarhús, ið sameinir tað museala og tað skapandi. Har báturin kann upplivast við framsýningum, søgum og rættiligum smíði, har bátar verða umvældir og skaptir frá kjøli.