Trý gull á sundalagsstevnu
Róðrarfelagið Knørrur vann tríggjar róðrar á sundalagsstevnu í Kollafirði. Jallurin vann tveir og Herningur vann ein.Felagið hevur yvirhøvur haft eina frálíka byrjan upp á róðrarárið 2012. Serliga smágenturnar og dreingirnir á Jallinum hava róð sera væl og hava vunnið allar sínar róðrar higartil.Ótrúliga flott!Smádreingirnir á Píli hava eisini verið raskir og hava vunnið tvey bronsumerki, og á sundalagsstevnu meldaði ein annar bátur seg upp í medaljubólkin. Tað vóru old-girls á Herningi, ið vunnu eitt suverent gullmerki og enntá vóru framman fyri ein av FM-bátunum.Tað er okkurt jess yvir teimum!Aðrar manningar hava eisini gjørt sítt besta, tó at úrslitini hava ikki verið eins góð sum hjá hinum. Tað eru Tambar og Pílur við smágentum, Pílur við gentum og Herningur við monnum. Herningur róði sín fyrsta róður á sundalagsstevnu. Tað eru heilt ungir menn. Summir hava róð barnaróður hjá okkum fyrr, summir eru nýggir í felagnum. Hvør veit, um ikki onkur av hesum manningum fara at taka seg longur fram og fáa enn betri úrslit. Her eru nakrar myndir frá sundalagsstevnu 2012. Sí fleiri myndir her. Jallurin fór tvær reisir upp um høvd á sundalagsstevnu. Hjá smágentum og hjá dreingjum. Her eru tað dreingirnir og teirra viðhaldsfólk, ið gleðast um sigurin. Ein glað manning. Jallurin smágentur. Old-girls á Herningi. Tær róðu so mikið væl, at tær blandaðu seg upp í hjá FM-bátunum. Øssur Gudmundarson heldur við bláu bátunum og ferðast ofta saman við okkum. Hann er verðins trúgvasti fjeppari. Jallurin dreingir og smágentur. Tvífaldur gullvinnari á sundalagsstevnu 2012.