Róðrarfelagið Knørrur nógv heiðursmerkir í Vági

Genturnar á Tambar og dreingirnir á Jallinum á jóansøku 2018.

Genturnar á Tambar og dreingirnir á Jallinum á jóansøku 2018.

Hóast mjørkin hevði hug til at spæla kappróðrinum eitt puss, royndist Jóansøkan í Vági væl hjá Róðrarfelagnum Knørri. Ormsmenn sigraðu aftur og vunnu gull, jalsdreingir og tambargentur vunnu silvur í sera tættari kapping, og jalskvinnur endurtóku bronsuna frá sundalagsstevnu. Barnamanningin við gentum helt eisini fast við sína støðu og leggur sær nøkur stig aftur at rúgvuni. Frálík úrslit.

Vit takka vágbingum og RSF fyri væl avgreidda stevnu.

Síggjast aftur í Vestmanna um 14 dagar..

Forrige
Forrige

Ólavsøkuróðurin 2018 bleiv ein frálíkur knørradagur

Næste
Næste

Gull og tannagrísl – Eystanstevnan 2018