RK nýtt seksmannafar
Leygardagin, 12. november, vóru vit eftir nýggja seksmannafarinum hjá Róðrarfelagnum Knørri.
Allan lænti lastbilin hjá Fønix, og so hurraðu vit inn til Runavíkar eftir bátinum. Sum tey mannfólk, vit eru, vildu vit lyfta bátin upp í lastina, men Terji var so forliptur í krananum á bilinum, at vit hildu tað vera synd, at hann ikki slapp at brúka hann, og so bleiv hivað við bæði reim og selum. Tað gekk fínt.
Sámal hevur smíðað
Hann var blíður og týður, vit komu. Fródligur er hann eisini altíð, og fingu vit eitt gott prát, áðrenn vit hvurvu niður í tunellina við bátinum og koyrdu hann heim til Havnar.
Fyrst inn í garasjuna hjá Jógvan Eliasi, og mánadagin eftir upp á Bacalao, har flestu bátarnir hjá okkum standa fyri veturin. Evensens er upptikið til ábøtingararbeiðið á Stokkastovuna.
Í summar fer nýggi báturin at rógva kapp. Sum eitt fok fer hann at fara ígjøgnum hin bláa sjógv.