Nýggja fimmmannafarið komið
Í gjár fekk Róðrarfelagið Knørrur sítt spildurnýggja fimmmannafar, sum Terji Reinert Jakobsen á Kjalnesi hevur smíðað. Tambar eitur vakri báturin, og stuttligt verður at fylgja við honum í summar. Tvær manningar fara at rógva. Ein gentumanning og ein smágentu- ella smádreingjamanning. Nú verður Tambar gjørdur klárur. Tað verður í Evensens pakkhúsi, har Róðrarfelagið Knørrur heldur til.
Hoyr um allar bátarnar hjá RK á http://rk.fo/batar.