Jallsdreingir varveittu spenningin
Ongantíð eru róðrar meira spennandi enn um teir verða avgjørdur í síðstu løtu, altso á sjálvari ólavsøku. Hesum borgaðu dreingirnir á Jallinum saman við dreingjunum á Drekanum fyri á vestanstevnu í Sandavági. Tríggir sigrar til Jallin og tríggir sigrar til Drekan gera okkum ólavsøkuna serstakliga spennandi. Fyri okkum Jallsfjepparar hevði ikki gjørt so nógv um spenningurin var avgreiddur longu á vestanstevnu, men soleiðis skuldi ikki verða. Tí er ikki annað at gera enn at bíða í spenningi til ólavsøkuróðurin, hvørt vit halda til tað ella ei. Undir øllum umstøðum eru vit takksom fyri, at dreingirnir hava rokkið so mikið góðum úrslitum. Vit halda ondini síðstu tøkini og vóna tað besta.