Í fjøruti søkur og tvær – ein tøkk til Poulu Lützen
Summi menniskju eru so røsk at hjálpa til. Stórt ella smátt, so eru tey har við eini hjálpandi hond, sum var tað ein sjálvfylgiligheit. Tey eru so offurfús. Tað er teirra vakra natúr.
Poula Lützen er eitt sovorðið menniskja
Og søgan? Ja, hon byrjaði ein almindiligan summardag fyri 43 árum síðan úti í Kardamummubýnum. Heilt presist inni í gongini hjá Jørgen Lützen, pápa Poulu, tí har stóð telefonin nemliga og ringdi so hissigani, sum telefonir gjørdu tá, og Jørgen skundaði sær at taka hana.
Og gott var tað, tí tað var Birna Gregoriussen, sum vildi vita, um systkinabørnini hjá sær, Unn, Gunnar og Poula, kundu selja billettir til kappróðurin á ólavsøku.
Hon rakti plett, tí leingi eftir tað stóðu tey trý við billetttaskunum til kappróðurin, og síðan eisini Eirikur, yngsti beiggi. Serliga holl hava Gunnar og Poula verið, av øllum Poula, sum nú hevur selt billettir í samfullar fjørutitvær ólavsøkur.
Bara einaferð hevur borist frá. Tað var í 2008, tá hon skuldi mynstra yviri í Los Angeles ólavsøkudag, so tá máttu billettir vera billettir. Lützenskt bleiv tað kortini, tí Jørgen traðkaði til í Poulusa stað.
Øll hini árini hevur hon verið við, og hin 25. februar takkaði Róðrarfelagið Knørrur henni fyri vælgerðina. Hetta var til eitt morguntreff í Smæruni, har felagið beyð øllum billettseljarunum til morgunmála. Við høvið segði Jógvan Elias Jakobsen nøkur orð og handaði Poulu blómur.
Fyrsta árið var hon tíggju ára gomul
Hon bleiv koyrd út á Bacalao at selja. Passaligt fyri ein begynnara, munnu tey hava hildið, men begynnari ella ikki – úti á Bacalao fingu tey skjótt havnargentuna at føla.
Tað er nú einaferð so, at har, sum billettir verða seldar, har brúka summi øll verðins páskot fyri at sleppa undan at betala, og ta ferðina, minnist Poula, lumpaðu tey upp á tað, at tey skuldu inn keypa salt, tí tað hevði akkurát verið grind. Tá var saltsøla úti á Bacalao.
Men gentan svaraði fyri seg, at her var eingin grind, og Saltsølan var lukkað, og ætlaðu tey sær inn, so máttu tey betala. Og soleiðis bleiv, tí har slapp eingin gratistur inn á bryggjuna tann dagin.
Hetta við gjaldingini er ein komedia, sum hoyrir til jobbið, men fólk flest rinda fegin. Tey eru glað og fín og vilja bara halda ólavsøku. Man hittir eisini nógv, sum man kennir, og tað er løn í sjálvum sær.
Seinastu árini hevur Poula staðið við Tryggingina, har mest er at gera. Har skal man ikki mala á tølunum, tí tað skal ganga skjótt fyri seg. Serliga út ímóti klokkan trý, tá ið fólk kemur frá setanini oman til kappróður. Tá er Kongabrúgvin ofta loðin í fólki, og slúsurnar svølgja verri enn so øllum í senn.
Tá er gott at hava dugandi fólk í billetunum
Sum til dømis Poulu, og gjarna syftir hon einar átta hundrað til túsund billettir um taskukantin hvønn kappróður. Tað manglar lítið í, so hava allir føroyingar fingið eina billett frá henni.
Um hon stendur næstu ferð, veldst um, hvørt hon fær frí. Hon arbeiðir í maskinuni á Norrønu, og higartil hevur tað lukkast hvørja ólavsøku. Lukkast aftur í ár, so er hon fús. Stendur mestur onkustaðni har við Tryggingina. Oman móti sjónum, har mest er at gera.
Hvat tá.
Takk fyri, Poula, tú deiliga menniskja
Róðrarfelagið Knørrur