Í dag eru vit errin í Knørrafelagnum

Tað gekk strúkandi hjá knørrabátunum á Eystanstevnu í dag. Okkara óføru manningar vunnu ikki færri enn 3 silvur og 1 gull. Genturnar á Jallinum og menninir á Jarnbardi og Knørri vunnu silvur, og okkara sterku Jarnbardaquinnir vunnu enn eina ferð gull, og tað er líka deiligt hvørja ferð, skulu vit heilsa og siga.Hartil fingu dreingirnir á Jallinum eitt flott fjórðapláss, eins og menninir á Orminum Langa gjørdust nummar fýra av fýra. Pílur róði eisini við barnamanning og stóð seg væl eftir umstøðunum.Takk fyri dagin, tit røsku manningar. Vit hava nógv at vera errin um í felagnum!Hjartaliga til lukku, og koyr á RK!

Forrige
Forrige

Navna- og búmerkjakapping

Næste
Næste

Allar knørramanningar vunnu heiðursmerkir