Í báti á fyrsta sinni
Leygardagurin, 9. apríl 2022, var sermerktur fyri fleiri av U14-gentunum í Róðrarfelagnum Knørri, tí tá róðu tær í báti fyri fyrstu ferð í lívinum. Veðrið var frálíkt, stilt og gott, so umstøðurnar kundu ikki verið betri.
Genturnar manna Píl og eru ikki færri enn tíggju í tali. Tær máttu tískil skiftast um at rógva, tí bara seks sluppu við í senn, men tað gekk av tí besta.
Gentunum dámdi væl at rógva. Ja, so væl, at tær vildu sleppa út aftur fleiri ferðir, og Tryggvi Magnussen, manningarvørðurin, gjørdi ikki færri enn sjey túrar við teimum.
Tað varð ein fínur dagur, og stuttligt verður í summar, tá ið sólin fer at geva enn fleiri løtur í bátinum.
Tey draga. Foreldur vóru røsk at hjálpa til.
Nógv fólk uttan fyri neystið. Rógvarar, foreldur og forvitin ferðandi.
Fyrsti túrur. Lærið hevur fingið árarnar út
Tryggvi leggur gentunum lag á.
Onkrar í land, aðrar umborð, og so út aftur nýggjan túr.
Inni aftur. Nú høvdu allar róð, men tær vildu út aftur.
Bara ein túr afturat, ha?
… og ein afturat?
Sjey ferðir løgdu tær út á vágna og høvdu ein góðan fyrstadag saman í bátinum.