Hallur og fuglfirðingar á Hálsi 31. januar
31. januar sleppa vit ordiliga at dansa jólini av okkum, tá ið Hallur Joensen og bólkurin Four Menh úr Fuglafirði fara at geva okkum eitt ógloymandi kvøld í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn.Hallur, sum er eitt must til stemning og country, gleðir seg at fara á pallin og fer sjálvandi at tendra hjørtuni hetta kvøldið eisini, eins og hann altíð megnar at gera.Four Menh spæla vælsvingandi country- og popptónleik, bæði føroyskan og útlendskan ala Billy Joel, Ray Charles, The Beatles og Robbie Williams. Teir seta futt í fólk og hava spælt til fleiri tiltøk áður, eitt nú til Countryfestivalin í Sørvági, har teir vóru sera vælumtóktir.Róðrarfelagið Knørrur skipar fyri dansinum. Hetta er árligt tiltak hjá felagnum, og sum altíð er høllin hugnalig, har fólk eisini kann svala á sær millum melodiirnar.Dansurin byrjar klokkan 22. Atgongumerki fáast við dyrnar. Tikið verður ímóti korti.