Fjarðastevna 2012 í Vestmanna

InnbjóðingVestmanna Ítróttarfelag vil við hesum bjóða vælkomin á Fjarðastevnu 2012. FM-kappróður verður leygardagin 7. juli, kl. 13:00, tá byrjað verður við barnaróðrinum.MatseðlarFrá kl. 12.00 og til róðurin er liðugur, verður smyrjibreyð og frukt til róðrarfólk (og møguligar ferðaleiðarar) at fáa í kantinuni á fiskavirkinum. Her verða matseðlar útflýggjaðir til umboð fyri manningar/feløg.Frásetan av kappróðrarbátumAllir kappróðrarbátar skulu takast av bilunum á kajøkinum. Merkt er upp, hvar ymisku bátastøddirnar skulu standa. Bátarnir til barnaróðurin skulu verða á avmerktað økinum áðrenn kl. 12:00. Allir aðrir bátar skulu verða á avmerktað økinum áðrenn kl. 14:00. Bilarnir verða síðani parkeraðir úti á stóra kajøkinum.Bátarnir verða flotaðir við gomlu ferjuleguna, har dráttur er. Við gomlu ferjuleguna verður ein bátabrúgv, sum bátar, ið hava fleiri manningar kunnu nýta at skifta manning.Steyp og steypahandanEftir róðurin verða steypini handað á við Maskinverkstaðin. Tey feløg, ið hava ferðasteyp í varðveitslu, verða biðin um at lata okkum tey aftur við málbilin.Ferðsla á FjarðastevnuLeggjast skal til merkis, at ferðslan í bygdini verður nakað broytt á Fjarðastevnu. Ovarivegur verður einsrættaður út í bygdina, meðan Niðarivegur verður einsrættaður inneftir fjørðinum. Tó kunnu bilar við bátum koyra út eftir Niðarivegur í samband við róðurin.Heitt verður á feløgini um at bera upplýsingarnar víðari til róðrarfólkið. Hava tit nakrar spurningar hesum viðvíkjandi, eru tit vælkomin at ringja til okkum á tlf. 724650.
Vegna nevndina í kappróðrardeildini hjá VÍFBárður Nielsen
Forrige
Forrige

Startrøðin á fjarðastevnu

Næste
Næste

Knørraungdómar: gull, silvur og bronsu á jóansøku 2012