Eykaaðalfundur og aðalfundur 25. feb.

Nevndin í RK lýsir til eykaaðalfund og aðalfund í Tollbúðini, leygardagin, 25. februar 2023.

Eykaaðalfundurin byrjar klokkan 18:30

Skrá:

  • Uppskot til atkvøðugreiðslu um at broyta § 10, stk. 2, í viðtøkum felagsins til soljóðandi: “Stk. 2. Roknskapurin skal fyri aðalfundin vera áteknaður av tí grannskoðanarvirki, ið varð valt á seinasta aðalfundi. Grannskoðanarvirkið skal vera góðkent. Grannskoðanarvirkið skal hava meiri enn ein grannskoðara í starvi.”

Aðalfundurin byrjar klokkan 19:00

Skrá:

  • Val av orðstýrara og fundarskrivara

  • Formansfrágreiðing frá farna ári

  • Góðkenning av roknskapi

  • Innkomin mál

  • Val av nevnd, tiltakslimum og grannskoðara

  • Ymiskt

Uppskot frá limum til atkvøðugreiðslu á aðalfundinum skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi leygardagin, 18. februar 2023. Uppskot kunnu sendast við maili til rk@rk.fo ella við vanligum brævi til RK, Postboks 1062, 110 Tórshavn.

Nevndin

Forrige
Forrige

Uppskot frá nevndini í RK til atkvøðugreiðslu á eykaaðalfundi og aðalfundi felagsins tann 25. februar 2023

Næste
Næste

Gleðilig jól