Eykaaðalfundurin verður í Evensens

Eykaaðalfundurin hjá Róðrarfelagnum Knørri mikukvøldið 3. november verður hildin í Evensens pakkhúsi. Hann skuldi vera í Tollbúðini, men er fluttur, tí Evensens er betur egnað í mun til koronastøðuna.

Pláss verður fyri 35 fólkum at sita við frástøðu. Hondspritt fer at standa frammi, og tey, sum vilja hava masku, fáa hana frá felagnum. Vit vísa annars alt vanligt varsemi.

Vit hava ráðført okkum við Pál Weihe, sum metir, at við hesum fyrilitum er trygt at koma á fund.

Fundurin byrjar klokkan 20.

Vinarliga,
nevndin

Forrige
Forrige

RK hevur aðalfund leygardagin, 8. januar

Næste
Næste

Eykaaðalfundur