RSF: Vinnandi bátar fara framvegis at liggja í miðjuni

Róðrarsambandið hevur slept ætlaða nýggja háttinum at leggja bátar. Á aðalfundi RSF tann 20. mars varð annars eftir uppskoti frá RSF gjørd tann fyribilssamtykt, at vinnandi bátur frá síðstu stevnu skuldi ikki longur liggja mittastur í feltinum, men ytstur í øðrum borðinum og hinir honum við lið. Aftasti bátur skuldi soleiðis at liggja ytstur í mótsetta borði.

Í kappróðrarumhvørvinum hevur verið tvístøða um hesa avgerð, og nógv hava verið ímóti henni.

RSF hevur tí havt nýggja hoyringsrundu millum feløgini við svarfreist tann 3. apríl. Eftir at feløgini nú hava sagt sína hugsan av nýggjum, hevur RSF í skrivi tann 9. apríl boðað frá, at ætlaði nýggi hátturin at leggja bátarnar verður sleptur.

Bátarnir fara tískil at liggja sum higartil. Vinnandi bátur í miðjuni við níggjutalinum, og næstu bátar hvørjumegin við hann.

(Mynd: Ormurin Langi á ólavsøku 2019. Myndamaður: Ólavur Frederiksen)

This entry was posted in bátar. Bookmark the permalink. Trackbacks are closed, but you can post a comment.

Skriva eina viðmerking

Tú mást vera loggað/ur á fyri at viðmerkja.