NEYSTIÐ
Livandi bátasavnið í Álakeri
Róðrarfelagið Knørrur fer skjótt at byggja neyst. Tað verður bygt í Álakeri í Havn.
Sum borgarar og býarbørn vilja vit gera tað til eitt alment hús, har øll kunnu uppliva tann føroyska bátin tá og nú. Arbeiðið at fyrireika byggingina er byrjað.
Húsið fer at eita Neystið – livandi bátasavnið í Álakeri. Her kanst tú lesa um savnið, hvat tað fer at innihalda, og hvussu tað fer at síggja út.
Róðrarfelagið Knørrur
Once Upon a Time
Søgan um Róðrarfelagið Knørr
Á vári í 1985 vildu nakrir havnardreingir rógva kapp. Teir keyptu eitt áttamannafar og kallaðu tað Knørr, tí tað var eitt vakurt navn.
Bert ein hevði róð fyrr, men teir vóru ágrýtnir og fingu skopuningin og skilamannin, Hans Joensen, Hvíta Hans, at leggja lag á. Tá ið árið var úti, vóru teir føroyameistarar.
Soleiðis byrjar søgan um Róðrarfelagið Knørr.
Gamli bátur hýkur nú á Tjóðsavninum, men eftir hann er so mangt. Spennandi løtur og góðar stundir á mangan hátt.
Og har er felagið, har børn, ung og tilkomin enn gleðast við bát og sjógv.
Og bumm, so var tað har
Hugskotið til neystið
Tað var ein sáttligan sunnudag í 2013. Niðri í Havn var kvirt. Likkurnar stóðu fram við kaikantinum og syvjaðu, og út fyri Evensens lógu vit og bíðaðu eftir fólki, dovisliga fram á árarnar. Prátaðu lágliga, tveir og tveir, ella sótu í egnum tonkum.
Og bumm, so var hugskotið har: at vit áttu at gjørt eitt alment og livandi bátasavn, sum í senn er søgustaður, bátasmiðja og rógvaraheim. Tankin fekk fatt, og nú, tá ið vit fara at byggja í Álakeri, hava vit tikið hann við okkum og fara at byggja savnið har.
Har liggur tað eisini væl, og um nøkur ár, tá Álaker verður strandpromenada í Havn, verður tað eitt smørhol.
Har tað rýkur av søgu og angar av træ
Inni í Neystinum
Sum livandi bátasavn fer Neystið at samansjóða lív og mentan kring føroyska bátin. Her fara stór og smá at koma at hoyra um bátin, síggja hann skaptan frá kjøli og rógva hann av hjartans lyst.
Húsið verður í trimum hæddum. Á miðhæddini verða framsýning, bátaverkstaður og kafé. Niðast verða bátarnir og rógvingin hjá Róðrarfelagnum Knørri ein virkin partur av savninum og skapa samband út á sjógv. Ovast verða rúm til skrivstovur og umsiting.
Her fara føroyingar og ferðandi, ung sum eldri, at kunna sansa og royna okkara tjóðarhandverk. Og tann, sum bara vil støkka inn á gólvið, kann fáa sær ein kopp av kaffi. Neystið verður eitt maritimt Glade Hjørn og undirhús, har tað rýkur av søgu, angar av træ, og lív er úti og inni.
Slík søvn eru aðrastaðni. Hugsa um Shetland Museum and Archives við gomlu havnina í Lerwick, har skúlabørn og onnur vitjandi kunnu fylgja við, meðan bátar verða til og sleppa at flota teir um summarið. Ella Vikingeskibsmuseet í Roskilde, Oselvarverkstaden í Os og Hardanger fartøyvernsenter, sum hvørt á sín hátt eru livandi bátasøvn.
Tað er tann vegin, vit fara.
Eitt tak fyri okkara siðaarv
Neystið og føroyskt bátasmíð
Í 2008 skrivaðu Føroyar undir UNESCO-sáttmálan um verju av okkara siðaarvi. Tað merkir, at vit skulu arbeiða fyri at varðveita tann kunnleika og tær mentanarligu venjur, sum vit hava fingið frá undanfarnum ættarliðum. Í 2021 kom føroyskt bátasmíð undir sáttmálan, og nógv verður gjørt fyri at varðveita tað. Tjóðsavnið gongur á odda í hesum arbeiði, og Neystið kann gerast ein týðandi viðleikari í hesum sambandi.
Eisini á øðrum økjum kann Neystið fáa stóran týdning. Í álitinum Føroyskt bátasmíð, sum lýsir, hvussu Føroyar kunnu skapa bátasmíðinum livilíkindi, verða fleiri átøk nevnd, sum Neystið kann kveikja undir, til dømis samstarv millum skúla og søvn um livandi savnsvirksemi og samstarv millum ferðavinnu og bátasmíð.
Álitið staðfestir eisini, at miðlan av føroyska bátinum og bátasmíði til børn og ung er avgerandi, um vitanin um bátin skal verða borin víðari til komandi ættarlið. Serliga eru upplivingarnar í sambandi við bátin týdningarmiklar.
Eisini á hesum øki kann Neystið verða ein natúrligur viðleikari hjá myndugleikum og øðrum í arbeiðinum at varðveita okkara siðaarv.
Arkitekturur
Ein dansur millum gamalt og nýtt
Arkitektoniskt verður Neystið ein nýtulking av tí klassiska føroyska neystinum. Við originalum linjum og stórum og ljósum vindeygum letur tað upp út ímóti sjónum og fer at standa sum ein virðiligur vælkomuviti við havnarmunnan.
Svarti rimaklædningurin hevur eyðsýndar røtur aftur til gomlu neystini og mattjar tað ráa betongið og opnu vindeygafasaduna. Karismatiska mønulinjan fornoktar ikki sítt upphav.
Samansetingin av betongi og timbri verður eitt stýrandi tema og fer at karakterisera mentanina við sjóvarmálan. Siðvenja, ítróttur og felagslív skulu síggjast aftur í øllum. Robusta nýtslan – bátadráttur, tilrigging og lívið kring siðbundnu bátarnar – mynda byggingina.
Soleiðis verður Neystið ein dansur millum gamalt og nýtt.
Verkætlanaryvirlit
Tíðarætlan, kostnaður og fígging
Tíðarætlan
Byggingin av Neystinum byrjar ætlandi í juni 2026 og verður liðug í juni 2029.
Kostnaður
Byggikostnaðurin fyri Neystið er mettur at vera 45 milliónir krónur til samans. Við afturrindan av meirvirðisgjaldinum verður talan um 36 milliónir krónur.
Fígging
Byggingin verður fíggjað við eginpeningi hjá Róðrarfelagnum Knørri og stuðli frá grunnum og myndugleikum, sum vilja vera við til at leggja lunnar undir Neystið og arbeiðið at varðveita føroyska siðaarvin.
Ognarviðurskifti og rakstur
Hvør fer at eiga, reka og menna Neystið
Neystið verður ogn hjá Róðrarfelagnum Knørri.
Til at reka og menna Neystið velur aðalfundur felagsins eina neystanevnd við fimm limum. Tveir limir verða valdir eftir tilmæli frá felagnum, og tríggir limir eftir tilmæli frá Tórshavnar kommunu, Tjóðsavninum og Visit Faroe Islands. Nevndin situr í tvey ár og skipar seg sjálv.
Neystið verður sjálvfíggjandi, og neystanevndin tekur allar avgerðir í hesum sambandi.
Róðrarfelagið Knørrur eigur nýtslurættin til niðastu hædd og samstarvar við neystanevndina um virksemið á hæddini.
Er Neystið ikki ført fyri at røkja sínar gjaldsskyldur, velur aðalfundurin hjá Róðrarfelagnum Knørri ein avtøkustjóra at gera upp ogn og skuld. Nettoognin verður síðan latin Neyðhjálp Fólkakirkjunnar.
Ábyrgd fyri verkætlan
Byggiharri, bygginevnd og arbeiðstakari
Byggiharri
Róðrarfelagið Knørrur
Bygginevnd
Jógvan Elias Jakobsen, formaður
Ninna Herdis Danielsen, kassameistari
Sjúrður Gullbein, skrivari
Mikael Viderø, arkitektur
Eyðfinn Guttesen, verkfrøðingur
Arbeiðstakari
ArtiCon