Viðtøkur fyri Róðrarfelagið Knørr

Samtyktar á aðalfundi 22. februar 2003, seinast broyttar á aðalfundi 28. desember 2016.

Navn og endamál

§ 1. Navn felagsins er Róðrarfelagið Knørrur. Heimstaður felagsins er Tórshavn.

§ 2. Endamál felagsins er at skapa umstøður hjá limunum at vera við í kappróðri og øðrum róðri, at virka fyri trivnaði millum limir felagsins og at virka til frama fyri rógving sum ítróttagrein.

Innliman og útliman

§ 3. Ein og hvør persónur, virki, felagsskapur og annað, ið hevur áhuga fyri róðri, og sum vil virka fyri endamáli felagsins, kann gerast limur í felagnum. Umsókn um innliman skal sendast nevndini í felagnum.

Stk. 2. Hóast limurin verður innlimaður í felagið í miðjum roknskaparári, skal hann gjalda fult limagjald fyri tað roknskaparárið, sum hann verður innlimaður.

Stk. 3. Nevndin í felagnum kann nokta at lima inn persónar, tá ið serligar orsøkir tala fyri hesum, og tá ið meiri enn helmingurin av nevndarlimunum atkvøður fyri at nokta persóninum innliman. Um so er, at umsøkjarin vil tað, skal avgerðin um at nokta innliman verða tikin upp til atkvøðugreiðslu á fyrstkomandi aðalfundi.

Stk. 4. Persónur, sum hevur limað seg út úr felagnum, ella sum er vorðin útlimaður, kann bert verða innlimaður aftur, tá ið møgulig skuld til felagið er goldin.

§ 4. Umbøn um útliman úr felagnum skal verða fráboðað nevndini. Limurin er útmeldaður frá tí degi, umbønin um útliman er nevndini í hendi, ella møguligum seinni degi, um limurin vil hetta.

Stk. 2. Nevndin í felagnum kann útlima ein lim, um hesin brýtur viðtøkur felagsins, aðalfundarsamtyktir, ella noktar at gera eftir boðum frá nevndini. Eisini kann nevndin útlima ein lim, um nevndin heldur, at hesin við gerðum sínum skaðar felagið ella umdømið felagsins. Um so er, at umsøkjarin vil tað, skal avgerð nevndarinnar um útliman verða tikin upp til atkvøðugreiðslu á fyrstkomandi aðalfundi.

Stk. 3. Nevndin kann tó uttan ávaring útlima lim, sum ikki hevur goldið limagjaldið tríggjar mánaðir eftir, at gjaldið er fallið.

Stk. 4. útliman eftir stk. 2 ella stk. 3 skal verða fráboðað liminum skrivliga.

Aðalfundur

§ 5. Aðalfundurin er ovasti myndugleiki felagsins og verður hildin eina ferð árið. Aðalfundurin hevur, umframt mál, sum nevndin setur á skrá, hesa dagsskrá:

1. Val av orðstýrara og fundarskrivara

2. Formansfrágreiðing frá farna ári

3. Góðkenning av roknskapi

4. Innkomin mál

5. Val av nevnd, tiltakslimum og grannskoðara

6. Ymiskt

Stk. 2. Uppskot frá limunum til atkvøðugreiðslu á aðalfundi skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi sjey dagar fyri aðalfundin. Øll innkomin uppskot, ið skulu til atkvøðugreiðslu á aðalfundinum, verða fráboðað limunum skrivliga í seinasta lagi fýra dagar, áðrenn aðalfundurin verður hildin.

Stk. 3. Nevndin kallar inn til eykaaðalfund eftir tørvi, og skal hon kalla inn, um í minsta lagi ein triðingur av limum felagsins skrivliga seta fram áheitan um hetta. Í tí føri skal eykaaðalfundurin verða hildin í seinasta lagi seks vikur eftir, at nevndin hevur fingið skrivligu áheitanina.

Stk. 4. Innkalling til aðalfund ella eykaaðalfund verður í seinasta lagi tvær vikur fyri fundin kunngjørd í fjølmiðlum, limablaði ella við serligum skrivi, ið verður sent limunum.

Stk. 5. Kallað kann bert verða til ein aðalfund í senn. Er neyðugt við eykaaðalfundi, kann ikki verða kallað inn til henda fund, fyrr enn vanligi aðalfundurin er lokin.

§ 6. Allir limir felagsins kunnu koma á aðalfund. Bert limir, ið eru møttir á aðalfundi, kunnu atkvøða.

§ 7. Atkvøðugreiðslur verða avgjørdar við vanligum meiriluta, um ikki annað er ásett í hesum viðtøkum. Stendur á jøvnum, er uppskotið fallið. Hvør limur hevur eina atkvøðu.

Nevnd

§ 8. Aðalfundurin velur eina nevnd við í minsta lagi fimm og í mesta lagi sjey umboðum at hava dagligu leiðsluna í felagnum. Nevndin skipar seg sjálv við formanni, næstformanni, kassameistara, skrivara og vanligum nevndarlimum. Nevndarlimirnir verða valdir fyri eitt tvey ára skeið – tríggir í líkaárum og tveir í ólíkaárum. Tveir tiltakslimir verða valdir at sita eitt ár í senn.

Limagjald og roknskapur

§ 9. Aðalfundurin ásetir limagjaldið fyri komandi ár, og limagjaldið skal vera goldið í seinasta lagi tann 25. apríl í hesum ári. Vil persónur lima seg inn sum hvílandi lim í felagið eftir tann 25 apríl, verður gjaldsfreistin ein mánaður. Vil persónur lima seg inn sum virknan lim eftir 25 apríl, verður limagjaldið at gjalda beinanvegin.

Stk. 2. Limagjaldið kann vera ymiskt fyri ymiskar limabólkar, t.d. virknar og hvílandi limir, og aðalfundurin kann eisini áseta serligt limagjald fyri virkir, felagsskapir og annað.

§ 10. Roknskaparárið er álmanakkaárið.

Stk. 2. Roknskapurin skal fyri aðalfundin vera grannskoðaður av tí grannskoðara, ið varð valdur á seinasta aðalfundi. Grannskoðarin skal vera løggildur. Grannskoðarin kann ikki vera nevndarlimur.

Stk. 3. Stk. 2 kann ikki broytast uttan við samtykt frá tveimum fylgjandi aðalfundum, har eitt ár er ímillum hvønn fundin.

Keyp og søla av ogn

§ 11. Aðalfundurin tekur avgerð um keyp og sølu av ognum, ið hava eitt virði oman fyri kr. 60.000. Nevndin tekur avgerð um keyp og sølu av øðrum ognum.

Tekning og skuldbinding

§ 12. Felagið verður bundið við undirskrift hjá formanni og einum nevndarlimi ella við trimum nevndarlimum í felag.

Stk. 2. Limir felagsins hefta ikki persónliga fyri skuldbindingar hjá felagnum.

Álitisfólk

§ 13. Bátsmanningar felagsins skulu velja sær bátsformann, ið skal virka sum talsmaður fyri manningina.

Stk. 2. Nevndin velur eitt umboð í Áhugafelagið ólavsøkuróður í eitt tvey ára skeið, fyrstu ferð í 2015. Umboðið nýtist ikki at vera partur av nevndini í Róðrarfelagnum Knørri.

Stk. 3. Nevndin velur ein ella fleiri manningavørðar til ungdómsmanningarnar. Hesir tryggja sær, at manningar fáa góðar venjingarvanar og eru teimum til handa frá venjingarbyrjan til kappingarlok.

Viðtøkubroyting

§ 14. Til at broyta hesar viðtøkur krevst, at meiri enn helmingurin av limunum, sum møttir eru á aðalfundi, atkvøða fyri hesum. Tó er undantikin grein 15, sum krevur somu mannagongd sum við avtøku av felagnum.

Avtøka

§ 15. Til at taka felagið av krevst, at meiri enn helmingurin av øllum limum felagsins atkvøða fyri hesum á aðalfundi. Fæst slíkur meirluti ikki, kann nevndin kalla inn til nýggjan aðalfund, og kann felagið tá verða avtikið, um meiri enn helmingurin av teimum limum, sum møttir eru á aðalfundinum, atkvøða fyri hesum.

Stk. 2. Verður felagið avtikið, velur aðalfundurin avtøkustjóra at gera upp ogn og skuld felagsins. Nettoogn felagsins verður síðan latin Neyðhjálp Fólkakirkjunnar.

Gildiskoma

§ 16. Hesar viðtøkur koma í gildi beinanvegin, sum tær eru samtyktar á aðalfundi. Samstundis fer úr gildi Lóg fyri Róðrarfelagið Knørr.