Tey fyrstu tøkini

Henda gamla myndin kom undan kavi í einum slitnum bílætaalbumi nú ein dagin og vísir fyrstu manningina hjá Róðrarfelagnum Knørri. Hon man vera tikin á varmakeldu í 1985. Hetta árið høvdu ungu menninir, sum standa og smílast upp á fotografin, fingið hug at rógva og høvdu keypt sær eitt gamalt áttamannafar, sum teir pussaðu upp og kallaðu Knørr, tí tað var eitt mergjað navn. Sponsor høvdu teir eisini, og frá honum fingu teir eitt blikk av bláari máling og eina t-shirt í part. Glaðir vóru teir.
Men so var tað tað, at teir dugdu so illa at rógva. Vistu nóg illa, hvat var aftur og fram. Tað var líkasum krisa, tí kappingin var hørð, og ikki minst kempurnar á Ørvi fóru at verða øgiligar at møta – Hallgrím, Gunnar, Gregor og hinir kongarnir við flottum musklum og friseraðum áralagi.
Skuldi nakað vinnast, so mátti okkurt ske og tað skjótt. Hans Joensen, núverandi formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag, sum hevði vunnið nógv við Gongurólvi, kom at leggja lag á, og so gekk av tí fínasta. Samansetingin av skilamanninum, sum visti, hvat skuldi til, og ungdómunum, sum pareraðu ordra uttan at blunka, eydnaðist til fulnar. Teir vandu ógvuliga hart, men tað hugsaðu teir ikki um. Teir høvdu ikki roynt tað fyrr, so fyri teir var alt normalt. Tað visti Hansurin sjálvandi, og hann var snildur og dugdi at stýra hestunum.
Tað gav eisini úrslit. Fyrsta stevnan bleiv vunnin so ruddiliga, og tær næstu eisini slag í slag. Á varmakeldu var serliga spennandi. Teir lógu til at vinna, men snipst áðrenn málstrikuna varð róðurin skotin av, tí tveir bátar aftanfyri høvdu róð saman. Umróðurin bleiv tíbetur eisini vunnin, skutin framman fyri Húsavíking, sum var ein av harðastu kappingarneytunum.
Men so kom tapið. Hetta var á vestanstevnu í Sørvági, tá ið teir máttu lúta fyri Havrenningi, ið var mannaður við sera frægum monnum. Knørradreingirnir fingu kortini so góða plasering, at teir henda dagin vunnu FM-heitið, ið samstundis var fyrsta FM-heiti hjá Róðrarfelagnum Knørri. Hetta var leygardagin tann 13. juli 1985, snøggliga fýra mánaðir eftir at teir fóru í bátin.
Á ólavsøku 14 dagar seinni var tað av tí allarringasta at rógva. Sjógvurin var ljótur, og tað breyt ordiliga á Sandágerðisnesi. At bekka var ikki hugsingur um, so nýggjur taktikkur mátti leggjast á sjálvum startinum. Avtalað var, at hvør maður mátti royna sum best inn á molan, og so skuldi tendrast í krúttunnuna. Taktikkurin lukkaðist. Teir lógu og sjoraðust á einum fimta plássi inneftir, men tá ið reyvin glapp inn um molan, settu teir ferð á og vunnu bæði ólavsøku og FM-heiti við manér.
Hetta var annars ein blomsturtíð hjá kappróðrinum. Bara í Havn kundu upp í átta áttamannafør venja um kvøldarnar. Har vóru Skopuningur, Havrenningur, Gøtu Tróndur, Húsavíkingur, Víkarbáturin, Ørvur, Argjabáturin og Knørrur, so tað var sum ein býur á vágni og ein sera stuttlig tíð at vera partur av.
Gamli Knørrur er nú latin Fornminnissavninum, og knørradreingirnir eru blivnir tilkomnir; men tíðin gav og gevur nógv. Har vóru góðar og spennandi løtur í venjing og kapping, og har er framvegis Róðrarfelagið Knørrur, har mong góð fólk eftirsíðan hava givið sítt týdningarmikla íkast, og har ungdómar og tilkomin enn gleðast við bát og sjógv.

Mennininir á myndini eru frá vinstru: Finn Müller, Jóannes Gaard, Jógvan Elias Jakobsen, Einar Djurhuus, Johan Faulkner, Sjúrður Gullbein, Hans Fonsdal Kass, Kári Rubek Nielsen og Tummas Petur Thomassen.

This entry was posted in bátar. Bookmark the permalink. Trackbacks are closed, but you can post a comment.

Skriva eina viðmerking

Tú mást vera loggað/ur á fyri at viðmerkja.