Terji smíðar Tambar

Í einum kjallara á Kjalnesi í Kollafirði stendur Tambar, nýggja fimmmannafarið hjá Róðrarfelagnum Knørri. Tað er Terji Reinert Jakobsen, sum smíðar, og nú eru flábondini íkomin og remmuborðið og rimin eftir at laða.

Tað var í summar, at Róðrarfelagið Knørrur gjørdi av at byggja nýtt fimmmannafar aftur at teimum báðum, sum felagið longu hevur, Píli og Jallinum. Ikki fyri at geva rúm fyri fleiri manningum, men fyri at geva verandi manningum betri umstøður, tí nú verða eftir ætlan tvær manningar um hvønn bátin í staðin fyri tríggjar, sum vanligt hevur verið. Tá verður lættari at finna høgligar venjingartíðir, og møguleikarnir at hita upp á stevnum verða betri.

Terji Reinert Jakobsen lærdi bátasmíð hjá Símun Johan Wolles á Eiði og verður nú alt meira umbiðin sum bátasmiður hjá kappróðrarfeløgum. Tambar er ellivti kappróðrarbátur hjá Terja, síðan hann byrjaði at smíða hesar bátar í 2007. Hann hevur mest smíðað fimmmannafør, men seksmannafør og áttamannafør hevur hann eisini gjørt.

Bátarnir líkjast teimum hjá Sámali Hansen í Runavík, tó at onkur munur er. Eitt nú leggur Terji seg eftir at hava bátarnar breiðari um lærið oman fyri vatngangin, so at meiri av árini kann vera innanborða og meira harvið kann setast á.

Sum aðrir bátar hjá Róðrarfelagnum Knørri hevur Tambar navn sítt úr kvæðinum um Ormin Langa og eitur eftir boganum hjá Einari Tambarskelvi. Róðrarfelagið Knørrur hevur annars átt tveir Tambar áður. Tann fyrsti kom í 2007, sama ár, sum Terji fór at smíða kappróðrarbátar. Annar kom í 2008, og nú kemur tann triði í røðini.

Tambar verður ætlandi liðugur í januar og verður tá nýggjasta fimmmannafarið í føroyska kappróðrarflotanum.

> Les meira um Tambar

This entry was posted in bátar, tambar, tambar, tíðindi. Bookmark the permalink. Trackbacks are closed, but you can post a comment.

Skriva eina viðmerking

Tú mást vera loggað/ur á fyri at viðmerkja.