Ein góð norðoyastevna hjá Róðrarfelagnum Knørri

Fyrsta FM-stevnan er farin aftur um bak, og Róðrarfelagið Knørrur kom væl frá starti. Genturnar á Tambar og menninir á Orminum Langa vunnu gull, og dreingirnir og kvinnurnar á Jallinum vunnu bronsu í góðari kapping um fyrsta plássið. Við hesum vunnu allir bláir fm-bátar heiðursmerki.

Barnamanningarnar vóru eisini nøgdar við síni úrslit, hóast tað ikki bleiv til heiðursmerkir. Genturnar vóru við fyri fyrstu ferð, og hóast aftastar vóru tær væl nøgdar og glaðar at sleppa at royna stevnuspenningin, og dreingirnir endaðu mitt í feltinum og vóru eisini væl nøgdir við sítt avrik.

Vit takka fyriskiparum og kappingarneytum fyri eina fína stevnu. Síggjast næstu ferð.


Mynd: Rógvi Fossadal.

Posted in jallurin, ormurin langi, tambar | Tagged , , | Leave a comment
  •  
     
     
     

Millum tøkini: Vár Antoniussen

Nú stevnurnar av álvara standa fyri durum, hava rógvarar og róðursfólk úr at gera við síðstu fyrireikingunum. Tó, so hevur Vár Antoniussen givið sær stundir at svara upp á teir tíggju altavgerandi spurningarnar ímillum tøkini.

Vár hevur róð í trý ár og situr nú við róðrið á øðrum ári og vísir sínar dygdir.

Bátur: Tambar
Pláss í bátinum: Róðurskvinna

1. Hevur tú nakað ritual áðrenn stevnu?
Vit plaga altíð at fara heim til eina, har vit fáa lekkran morgunmat og gera okkum klárar til stevnuna.

2. Hvør er tín besta kappróðraruppliving?
Tað má nokk vera á fjarðastevnu í Skála í fjør, tá vit fyri fyrstu ferð fingu heiðursmerki. Fingu gott nokk gult kort, men tað var ein góð og stuttlig uppliving allíkavæl.

3. Tú hevur júst vunnið ólavsøkuróðurin við trimum bátslongdum, hvussu feirar tú?
Hevði sikkurt reist meg og skrála eitt hart JA! Og so hevði eg brúkt kvøldið upp á at feira gullið væl og virðiliga saman við manningini.

4. Hvør er tín yndisrættur?
Har er so nógvur góður matur, men ein góð fleskasteik við sós og eplum er nokk tað besta.

5. Hvørjum hyggur tú eftir á mótsetta kyninum?
Nú veit eg ikki heilt. Bara hann er fittur, so burdi tað gingið.

6. Ræsta súpan ella riv í ovnin?
Eri ikki sum øll hini, tí eg leggi ikki so nógv í riv og ræsta súpan.

7. Netflix ella biograf?
Dámi best at bara liggja heima og hyggja eftir Netflix, men um ein góður filmur verður vístur í biografinum, so er tað altíð hugnaligt at fara ein túr við vinkonunum.

8. Um tú var eitt djór, hvat hevði tú verið?
Ein ketta, tí mær dámar so væl at slappa av.

9. Hvat ger Róðrarfelagið Knørr til besta felag í Føroyum?
Samanhaldi er fantastiskt, og tað er tað, sum ger, at tað altíð er stuttligt at fara oman í neystið at venja og at vera ein partur av felagnum.

10. Hvat ørindi úr “Orminum langa” dámar tær best?
Ørindi 10:
“Einar skalt tú nevna meg,
væl kann boga spenna,
Tambar eitur mín menski bogi,
ørvar drívur at renna.”

Posted in tambar | Leave a comment

Innlendismálaráðið og NORA vitjaðu Róðrarfelagið Knørr

Seinastu dagarnar hava NORA (Norrønt Atlantssamstarv) og Innlendismálaráðið verið vertir fyri eini norðurlendskari nevnd, sum hevur vitjað í Føroyum. Eitt av sosialu tiltøkunum, sum eru á skránni er, at tey sleppa at rógva ein túr við einum kappróðrarbáti.

Hetta er roynt fleiri ferðir fyrr, og vanligt er at hava ymsar politikarar, sum hava róð fyrr, at stýra og leggja teimum lag á. Í gjár mannaðu tey tríggjar bátar hjá Knørrafelagnum, sum standa í Evensensneystinum.

Ernst Olsen stýrdi Knørri, Marin Katrina Frýdal Jarnbardi og Heðin Mortensen Herningi. Ongin veruligur kappróður var, men Ernst noyddist ein eyka túr, tí róðrarfólkið var púra hugtikið av upplivingini.

Ein eldri maður, sum var umborð á tí eina bátinum, segði aftaná, at politikarar skuldu verið tvingaðir til at róð kapp av og á. “After ten minutes we were a team” staðfesti hann fegin um túrin og eitt stórt upplivilsi ríkari.

Tekstur og myndir:
Heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu, https://www.torshavn.fo/Default.aspx?pageid=37&NewsItemID=8282

Posted in tíðindi | Tagged | Leave a comment

Seksmannafarið Gamli Jarnbardur til sølu



Róðrarfelagið Knørrur selur seksmannafarið Gamla Jarnbard. Talan er um tann upprunaliga Jarnbardin, hin so kenda vinnaran í føroyskum kvinnuróðri. Báturin er góður, men felagið hevur ikki pláss fyri honum longur. Tí verður hann seldur.

Prísuppskot: 15.000 kr.
Til ber at bjóða og hoyra meira við at skriva til Róðrarfelagið Knørr á rk@rk.fo ella ringja 792736. Hægstbjóðandi fær bátin.

Hanus Jensen smíðaði bátin í 1990. Hann er tryggur og sera væl egnaður til frítíðarítriv hjá einstaklingum og felagsskapum.

Upplýsingar
Byggiár: 1990
Bátasmiður: Hanus Jensen
Stødd: 6,70 metrar
Vekt: Umleið 250 kg.
Standur: Nakað av sliti, men annars góður
Nýprísur fyri líknandi bát: 95.000 kr.
Boð og fyrispurningar: Ring 792736 ella skriva til rk@rk.fo.

Myndir

Posted in gamli jarnbardur, tíðindi | Comments closed

Tíggjumannafarið Kongurin til sølu



Róðrarfelagið Knørrur selur tíggjumannafarið Kongin. Báturin hevur áður itið Eysturoyingur, Norðingur og Ormurin Langi. Eitt ediligt stykki, men nýggjur bátur er bygdur, og pláss er ikki fyri Konginum longur. Tí verður hann seldur.

Prísuppskot: 15.000 kr.
Til ber at bjóða og hoyra meira við at skriva til Róðrarfelagið Knørr á rk@rk.fo ella ringja 792736. Hægstbjóðandi fær bátin.

Sámal Hansen smíðaði bátin í 1998. Hann er væl egnaður sum kappróðrarbátur og sum frítíðarítriv hjá felagsskapum.

Upplýsingar
Byggiár: 1998
Bátasmiður: Sámal Hansen
Stødd: 7,90 metrar
Vekt: Umleið 250 kg.
Standur: Nakað av sliti, men annars góður
Prísuppskot: 15.000 kr.
Nýprísur fyri líknandi bát: 125.000 kr.
Boð og fyrispurningar: Ring 792736 ella skriva til rk@rk.fo.

YouTube
> Tíggjumannafarsróður á ólavsøku 2016. (Báturin vann róðurin, tá undir navninum Ormurin Langi).

Myndir

Posted in Kongurin, tíðindi | Comments closed

Knørrafelagið stóð væl til FM í inniróðri

Nikoba í Gong, Hildur H. Magnussen og Linda R. Klein vunnu gull í sínum bólkum á 2000 metrum, Silja Poulsen vann silvur, Jan Arge og Jens Petur Gaard Magnussen vunnu bronsu, og genturnar á Tambar rundaðu dagin av við at vinna gullið í kvinnustafettini.

Tey, sum bóru bláa flaggið í dag, vóru Dánial, Hildur, Jan, Jens Petur, Linda, Markus Helgi, Mildrið, Nikoba, Selma, Silja, Tórunn og Vernar.

Genturnar á Tambar, vinnarar av kvinustafettini til FM í inniróðri 2018. Frá vinstru: Tórunn G. Mohr, Mildrið V. Guttesen, Silja Poulsen,  Selma V. Árting, Nikoba í Gong og Hildur H. Magnussen.

Posted in manningar, tíðindi | Leave a comment

Millum tøkini: Allan Mouritsen

Vit møta einari eldsál í Róðrarfelagnum Knørri um mánaðin fram til stevnurnar.

Nú venjingin av álvara er byrja, vektstengurnar avstøvaðar og tað síðsta av jóladøgurðanum sveitta vekk eru fleiri andlit at síggja niðri í venjingarhølunum. Tó so er serliga eitt av hesum andlitunum sum ikki hevur ligið á løtu liðini.
Allan Mouritsen hevur verið at sæð niðri í venjingarhølunum fleiri ferðir um vikuna, har hann venur og leggur teimum ungu lag á.
“Tað er óðendaligt at koma eftir av rós til Allan” sigur formaður okkara Sámal Kristansson um frintliga havnarmannin sum aftur í ár situr við róðrið á dreingjamanningini á Jallinum.

Bátur: Jallurin
Pláss í bátinum: Róðursmaður

1. Hevur tú nakað ritual áðrenn stevnu?:
Tá eg vakni, hugsi eg:”Yes! Stevnudagur!” Drekki nokk av kaffi, og annars bara at motivera manningina so vit allir eru totalt upsettir.

2. Hvør er tín besta kappróðraruppliving?:
Hvønn dag vit eru í bátinum er ein uppliving í sær sjálvum. Tað er ringt at pilka eina kappróðraruppliving burturúr, tá tað eru so ótrúliga nógvar.

3. Tú hevur júst vunnið ólavsøkuróðurin við trimum bátslongdum, hvussu hátíðarheldur tú?:
Hevði verið yvir fegin. Reist meg upp og skrála eitt stórt YES!! Annars feira tað saman við manningini.

4. Hvør er tín yndisrættur:?
Eg eti alt sum etast kann, men ein góður stoktur havhestur vil eg fyritrekkja til eina og hvørja tíð.

5. Hvørjum hyggur tú eftir á mótsetta kyninum?:
Tað kemur alt an uppá hvønn veg hon vendur. Eej haha eg veit ikki. Sum ein klókur maður segði; Tað er tað innara sum telur, ikki so?

6. Ræsta súpan ella riv í ovnin?:
100% riv í ovnin, men havi bara eitt problem. Eg klári ikki at steðga aftur.

7. Netflix ella biograf?:
Netflix er nokk tað sum eg hyggi mest eftir, men ein biograftúrur innímillum við vinfólkið er super.

8. Um tú vart eitt djór, hvat hevði tú verið?:
Tað má nokk vera tann klóka gamla uglan. Tí sum stýrimaður mást tú vera klókur og hava eyguni opin fyri øllum sum fyri kemur.

9. Hvat ger Róðrarfelagið Knørr til besta felag í Føroyum?:
Í RK koyrir alt til UG. Frá venjara, foreldur, rógvara, fjeppara og nevnd. Samanhaldið er í topp, a alt er super í RK. Blátt er gott

10. Hvat ørindi úr “Orminum langa” dámar tær best?:
Vers 12:
Gingu teir til strandar oman,
ríkir menn og restir,
lunnar brustu og jørðin skalv:
teir drógu knørr úr nesti.

Posted in jallurin, manningar | Leave a comment

Nýggja fimmmannafarið komið

Í gjár fekk Róðrarfelagið Knørrur sítt spildurnýggja fimmmannafar, sum Terji Reinert Jakobsen á Kjalnesi hevur smíðað. Tambar eitur vakri báturin, og stuttligt verður at fylgja við honum í summar. Tvær manningar fara at rógva. Ein gentumanning og ein smágentu- ella smádreingjamanning. Nú verður Tambar gjørdur klárur. Tað verður í Evensens pakkhúsi, har Róðrarfelagið Knørrur heldur til.

Hoyr um allar bátarnar hjá RK á http://rk.fo/batar.

Posted in bátar | Leave a comment

Millum tøkini: Henningur-Einar Juul

Nú jólini og nýggjári eri fari aftur um bak er tíð hjá róðrarfeløgum at vakna úr bjarnardúrinum og fara til verka og gera klárt tl stevnunar. Her í RK hava vit vant alt árið, men hvørjar eru hesar ótroyttandi eldsálir sum toga í árina alt árið runt?

Vit møta einari eldsál um mánaðin fram til stevnurnar. Fyrst fyri skotum stendur altíð fúsi Henningur-Einar Juul.

Bátur: Ormurin Langi
Pláss í bátinum: Toft, bógbekkur, bakborð/stýriborð

1. Hevur tú nakað ritual áðrenn stevnu?:
Ikki nakað serligt, men plagi at brúka fyrrapartin uppá at hugsa róðurin ígjøgnum. Annars er bara at bomba til.

2. Hvør er tín besta kappróðraruppliving?:
Enn hevur man eitt FM-heitið til góðar, men tað skal nokk koma í 2018. Annars eru nøkur gullheiðursmerkir komin á veggin, men tá vit vunnu ólavsøkuna í 16 við 10-mannafarinum, man vera tað stuttligasta higartil.

3. Tú hevur júst vunnið ólavsøkuróðurin við trimum bátslongdum, hvussu hátíðarheldur tú?:
Reist meg upp og traðka eitt bein á stokkin og gjørt eitt skrál! Annars hjálpt restini av bátunum á mál so gott sum gjørligt.

4. Hvør er tín yndisrættur?:
Eg kann nokk eta allan mat, men alt tað ræsta verður sikkurt tikið framum annað. Ein blóðpylsa er heldur ikki at forsmáa.

5. Hvørjum hyggur tú eftir á mótsetta kyninum?:
Hehe skal man ikki siga at man hyggur eftir eygunum?

6. Netflix ella biograf?:
Hyggi nokk oftari eftir netflix, men ein túrur í biografin er hugaligari. Hava bara tann trupulleikan at eg sovni hvørja tí einastu fer eg seti meg har.

7. Ræsta súpan ella riv í ovnin?:
Ein góð síða ella tvær í ovnin verður ikki tikin

8. Um tú vart eitt djór, hvat hevði tú verið?:
Summi siga at man er eitt dýr, so haldi bara eg verið sum eg eri. Annars hevði verið ein tikari, vinna hvørja ferð og skítsvakir.

9. Hvat ger Róðrarfelagið Knørr til besta felag í Føroyum?:
Samanhaldið og andin í felagnum til venjingar. Eisini hava vit eitt stórt neyst, har tað er pláss fyri nógvum bátum og altíð er lætt at flota bátarnar.

10. Hvat vers úr “Orminum langa” dámar tær best?:
vers 24.
“Eirikur stendur á breiðum bunka,
klæddur í skarlak reyða:
“Tú tekur ikki Orminn langa,
fyrr síggi eg tín deyða.”

Posted in manningar, ormurin langi | Leave a comment

Terji smíðar Tambar

Í einum kjallara á Kjalnesi í Kollafirði stendur Tambar, nýggja fimmmannafarið hjá Róðrarfelagnum Knørri. Tað er Terji Reinert Jakobsen, sum smíðar, og nú eru flábondini íkomin og remmuborðið og rimin eftir at laða.

Tað var í summar, at Róðrarfelagið Knørrur gjørdi av at byggja nýtt fimmmannafar aftur at teimum báðum, sum felagið longu hevur, Píli og Jallinum. Ikki fyri at geva rúm fyri fleiri manningum, men fyri at geva verandi manningum betri umstøður, tí nú verða eftir ætlan tvær manningar um hvønn bátin í staðin fyri tríggjar, sum vanligt hevur verið. Tá verður lættari at finna høgligar venjingartíðir, og møguleikarnir at hita upp á stevnum verða betri.

Terji Reinert Jakobsen lærdi bátasmíð hjá Símun Johan Wolles á Eiði og verður nú alt meira umbiðin sum bátasmiður hjá kappróðrarfeløgum. Tambar er ellivti kappróðrarbátur hjá Terja, síðan hann byrjaði at smíða hesar bátar í 2007. Hann hevur mest smíðað fimmmannafør, men seksmannafør og áttamannafør hevur hann eisini gjørt.

Bátarnir líkjast teimum hjá Sámali Hansen í Runavík, tó at onkur munur er. Eitt nú leggur Terji seg eftir at hava bátarnar breiðari um lærið oman fyri vatngangin, so at meiri av árini kann vera innanborða og meira harvið kann setast á.

Sum aðrir bátar hjá Róðrarfelagnum Knørri hevur Tambar navn sítt úr kvæðinum um Ormin Langa og eitur eftir boganum hjá Einari Tambarskelvi. Róðrarfelagið Knørrur hevur annars átt tveir Tambar áður. Tann fyrsti kom í 2007, sama ár, sum Terji fór at smíða kappróðrarbátar. Annar kom í 2008, og nú kemur tann triði í røðini.

Tambar verður ætlandi liðugur í januar og verður tá nýggjasta fimmmannafarið í føroyska kappróðrarflotanum.

> Les meira um Tambar

Posted in bátar, tambar, tambar, tíðindi | Leave a comment