Skrá fyri Knørraloppuna

> Les meira um stóra tiltakið og síggj m.a. hvussu tú bíleggur loppuborð, har børnini sleppa at vera sínir egnu handilsmenn.

Skrá fyri Knørraloppuna 2017

 

Posted in tiltak, tíðindi | Leave a comment
  •  
     
     
     

Svingom! Knørradansur á Hálsi 28. januar

Tað er alt ov langt síðan, tú hevur fingið ein ordiligan svingom; men nú fært tú hann leygarkvøldið, 28. januar, tá Knørradansur verður í høllini á Hálsi í Havn. Tú veitst - orkestur, pyntað borð og festlig fólk, sum hugna sær og drøna eftir gólvinum. Kom ein túr, og tak vinkonurnar og kammisjukkarnar við!

Atgongumerkir fáast við dyrnar.

Fyriskipari er Stuðulsfelagið Knørrur. Inntøkan fer øll til at reka ítróttarvirksemið hjá Róðrarfelagnum Knørri.

Posted in tiltak, tíðindi | Leave a comment

Knørraloppan – Stórt barnatiltak á Hálsi 28. januar

> Skrá og klokkutíðir fyri Knørraloppuna

Knørraloppan er helst longu nú ársins størsta barnatiltak við hópin av nýggjum og populerum upplivingum. Her vera loppuhandlar, har børnini sleppa at vera sínir egnu handilsmenn, tey fara at spæla í kappróðrarbátum, stuttleika sær við dansispølum, og sjálvandi fáa tey eisini vitjan av gyklarum og øðrum fittum figurum. Atgongumerkir fáast við dyrnar og kosta 100 fyri børn og 0 fyri vaksin. Við borðleigu er atgongumerkið við í prísinum.

Kom!

Fyriskipari er Stuðulsfelagið Knørrur. Inntøkan fer øll til at reka ítróttarvirksemið hjá Róðrarfelagnum Knørri.

Posted in tiltak, tíðindi | Leave a comment

Aðalfundur í Róðrarfelagnum Knørri

Róðrarfelagið Knørrur hevur aðalfund í Tollbúðini, leygardagin tann 13. februar klokkan 16. Skrá sambært viðtøkum felagsins.

Uppskot frá limum til atkvøðugreiðslu skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi leygardagin, 6. februar. Sendið til teldupostadressu felagsins, rk@rk.fo.

Nevndin

Posted in bátar | Leave a comment

Knørradansur 28. januar í høllini á Hálsi

Tað er eftirhondini alt ov langt síðan, tú hevur fingið ein ordiligan svingom! Nú fært tú hann aftur leygarkvøldið, 28. januar, tá ið Knørradansur verður í høllini á Hálsi í Havn. Orkestrini Twilight, Four Men og Anfinn & Co fara at spæla, og høllin verður sum altíð hugnalig, har pláss eisini verður at seta seg niður eina løtu at sløkkja tostan og fáa eitt prát millum dansirnar.

Tað er Stuðulsfelagið Knørrur, sum skipar fyri Knørradansinum. Inntøkan fer øll til at reka ítróttarvirksemið hjá Róðrarfelagnum Knørri.

Set kross í álmanakkan tann 28. januar og bjóða vinunum við til dans, hugna og festlig fólk. Atgongumerkir verða at fáa við dyrnar.

Posted in tiltak, tíðindi | Leave a comment

Heimasíðuverturin takkar fyri seg

Eftir at hava havt ábyrgdina av heimasíðuni hjá RK, síðan hon sá dagsins ljós í 2006, gevst undirritaði nú sum vertur á síðuni. Hesa tíðina hava tríggjar ymiskar síður verið, og tað hevur verið stuttligt at skapt og ment tilfar til teirra. Tilfar, sum hevur lýst felagið søguliga og nútíðarliga við myndum og tekstum, og sum hevur verið partur av andliti felagsins úteftir.

Men tíbetur kunnu øll, sum hava hug til tess, leggja út tilfar og soleiðis vera við til at halda síðuna við líka. Ein stovnar bara ein brúkara, so er klárt. Trýst á “Legg út” undir ”Tí praktiska” niðast høgrumegin á síðuni og síggj, hvussu tú kanst gera.

Takk fyri tíðina,
Sjúrður Gullbein

Posted in bátar | Leave a comment

Freistin longd til sunnukvøldið, 1. februar

Fyrireikararnir av 30 ára føðingardagsveitslu felagsins boða frá, at freistin at tekna seg til veitsluna er longd til sunnukvøldið 1. februar á midnátt.

Næstan hundrað fólk hava longu teknað til. Brúka nýggja kjansin og kom tú eisini við á megnarveitsluna.

Tað gert tú við at flyta 250 kr. á kontu nr. 6460 365.183.7 í BankNordik innan sunnukvøldið 1. februar á midnátt.

Les alt um veitsluna á www.rk.fo/30

Posted in bátar | Leave a comment

Tunnusláttur fyri børn og vaksin í neystinum

Leygardagin, 14. februar klokkan 17, verður tunnusláttur fyri knørrabørnum í neystinum (Evensen). Vaflur og kakao vera at fáa. Klokkan 20 sláa tey vaksnu.

Vælkomin, stór og smá,
nevndin í Róðrarfelagnum Knørri

Posted in bátar | Leave a comment

Hallur og fuglfirðingar á Hálsi 31. januar

31. januar sleppa vit ordiliga at dansa jólini av okkum, tá ið Hallur Joensen og bólkurin Four Menh úr Fuglafirði fara at geva okkum eitt ógloymandi kvøld í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn.

Hallur, sum er eitt must til stemning og country, gleðir seg at fara á pallin og fer sjálvandi at tendra hjørtuni hetta kvøldið eisini, eins og hann altíð megnar at gera.

Four Menh spæla vælsvingandi country- og popptónleik, bæði føroyskan og útlendskan ala Billy Joel, Ray Charles, The Beatles og Robbie Williams. Teir seta futt í fólk og hava spælt til fleiri tiltøk áður, eitt nú til Countryfestivalin í Sørvági, har teir vóru sera vælumtóktir.

Róðrarfelagið Knørrur skipar fyri dansinum. Hetta er árligt tiltak hjá felagnum, og sum altíð er høllin hugnalig, har fólk eisini kann svala á sær millum melodiirnar.

Dansurin byrjar klokkan 22. Atgongumerki fáast við dyrnar. Tikið verður ímóti korti.

Posted in bátar | Leave a comment

30 ára føðingardagsveitsla

Leygarkvøldið, 28. februar 2015, heldur Róðrarfelagið Knørrur 30 ára føðingardagsveitslu fyri øllum rógvarum og knørravinum, sum hava myndað felagið tey tríati árini síðan stovnanina.

Veitslan verður hildin í Evensens pakkhúsi við knørramanér. Tað vil siga eitt frálíkt  kvøld við sangi, reypi og røðum saman við teimum, sum eru pulsurin í felagnum í dag, og ikki minst saman við fyrrverandi rógvarum og stuðlum, sum eina ferð bóru flaggið og góvu sítt íkast til okkara stolta felag. Tey fólkini vilja vit sera fegin síggja aftur. So hví ikki samla manningina til eitt væl fyriskipað kvøld saman við øllum hinum knørrafólkunum.

UNDIRHALD OG MENU
Vit avdúka longu nú, at Jákup Veyhe er gamal knørrarógvari og verður borðstjóri. Kim Elton John Hansen spælir til borðhaldið, tí hann elskar blátt. Sjúrður Skaale kemur forbí, tí at hann i sine unge dage fekk ein muss á kjálkan frá eini knørradamu. Manskórið Bollarnir verður við, tí fleiri av teimum hava róð við Knørri. Á midnátt sláa vit ring saman við kvæðakempum, og fleiri av teirri allarfyrstu manningini í felagnum koma forbí við krúkkum og rollatorum og vilja halda kvøldið saman við okkum. Komið við ud i det blå!

Menuin verður kalt borð frá Føroya heitasta kokki, Hansu Johannesen, og omaná fáa vit heimabakað við kaffi, baileys og cognac. Til morgunmála verður breyð við skinsakjøti.

DRESS
Vit eru knørralig og fara í myrkamorreyða og kovboybuksur. Eiga vit ikki eina myrkamorreyða, so eina aðra vakra troyggju, men ikki slips og fínakjóla.

KOSTNAÐUR
Kostnaðurin fyri veitsluna er 250 kr. og skal flytast á kontu nr. 6460 365.183.7 í BankNordik innan 28. januar 2015. So kunnu vit fyrireika veitsluna optimalt. Við í prísinum er durasnapsur + tveir snapsir og tvær øl ella sodavatn undir borðhaldinum. Eftir borðhaldið verður barr við øli og cider á 10 kr. Sterkari drykkir vera ikki at fáa, men kunnu takast við.

Set longu nú kross í kalendaran leygarkvøldið, 28. februar 2015, tá ið tit hava eitt frálíkt høvi at síggjast aftur og hitta øll hini knørrafólkini á 30 ára føðingardagsveitslu.

SPURNINGAR
Hava tit spurningar um veitsluna, ringið til Maybritt við Strond, nevndarlim, á 219190 ella sendið eitt teldubræv til rk@rk.fo.

Hjartaliga vælkomin, øll somul.

Posted in tiltak | Leave a comment