So leggja vit árarnar út aftur

Vælkomin á nýggju heimasíðuna hjá Róðrarfelagnum Knørri. Eina nýggja byrjan, har vit hava rist tann gamla bommposan og skapt eitt heilt annað konsept innan føroyskar róðrarheimasíður.

Her eru bátarnir settir fremst, og tíðindaparturin er niðurdempaður. Nýtt er eisini, at henda síða hevur ongan vert, sum skrivar søgur og tekur myndir fyri okkum. Nú leggja vit sjálv út tilfar, tá vit hava okkurt at fortelja. Soleiðis gera vit síðuna til okkara neyst á netinum.

Tað er lætt at leggja út. Stovna ein brúkara, so er klárt.

Stigtakari til síðuna er Sjúrður Gullbein. Stuðulsfelagið Knørrur hevur stuðlað fíggjarliga.

Gerið so væl.

This entry was posted in heimasíða, tíðindi and tagged , . Bookmark the permalink. Post a comment or leave a trackback: Trackback URL.

Skriva eina viðmerking

Tú mást vera loggað/ur á fyri at viðmerkja.