Norskt ferðalið kappróði á Havnarvág

Knørraneystið í Evensens pakkhúsi við Eystaru vág fær javnan vitjan av ferðafólkum, sum vilja síggja føroysku bátarnar, og sum altíð eru tey hugtikin av vakra handverkinum og av søgunum, sum rógvararnir fortelja um upprunan til bátin.

Leygardagin, 4. mai, var stórt ferðafólkalið og vitjaði. Tað var norskur hópur, sum var á samansjóðingarferð, og eitt ynski var at rógva kapp í føroyskum báti.

Felagið beyð teimum vælkomnum og greiddi frá bátunum, og ógvuliga forvitnisligt hildu tey tað vera, at bátarnir hjá knørrafelagnum allir hava nøvn úr kvæðinum um Ormin Langa, skipinum hjá norska konginum, Ólavi Trygvasyni.

So varð farið í bátarnar. Fyrst fingu tey eitt snarskeið í áralagi, og so varð kappróð frá havnarskrivstovuni yvir á Bursatanga – tríggir bátar í senn. Norðmenninir gingu upp í tað við lív og sál og róðu av øllum kreftum, og teir vóru sera væl nøgdir við upplivingina.

Aftaná fór ferðaliðið yvir í Fútastovu at fáa sær døgurða.

This entry was posted in bátar. Bookmark the permalink. Trackbacks are closed, but you can post a comment.

Skriva eina viðmerking

Tú mást vera loggað/ur á fyri at viðmerkja.