Neystini og Tollbúðin

Har, sum vit húsast.

Róðrarfelagið Knørrur heldur til tríggja staðni – á Skálatrøð, Tinganesi og í Tollbúðini á Eystaru bryggju. Í Tollbúðina fluttu vit í 2013, eftir at vit høvdu verið á Saltsøluni í mong ár.

Á Skálatrøð og Tinganesi eru neystini við bátum okkara, og har eru vit mest um summarið. Í Tollbúðini eru maskinur og vektrúm, har eru vit mest um veturin.