Navna- og búmerkjakapping

Kappróðrartiltakið á ólavsøku fær nú eitt makeover. Til tess hava Havnar róðrarfelag, Argja róðrarfelag og Róðrarfelagið Knørrur stovnað felag til at menna tiltakið, so at tjóðarítrótturin gerst ein høvuðsattraktión fyri alla familjuna á ólavsøku.

Í hesum sambandi skriva róðrarfeløgini út almenna kapping um at finna nýstovnaða felagnum eitt búmerki og eitt navn. Tey fara at verða nýtt til at marknaðarføra tiltakið og verða væntandi ein kendur partur av ólavsøkuni í rúma framtíð. Umframt henda heiður fær vinnarin eisini 2.000 krónur í virðisløn.

Treytir viðvíkjandi búmerkinum:

  • Tað skal samljóða við hin føroyska bátin ella hin føroyska kappróðurin.
  • Tað skal hava litirnar hjá nevndu róðrarfeløgum, t.e. reytt, blátt og hvítt, men kann eisini hava aðrar litir.
  • Tað skal vera praktiskt at seta á klæðir, gravera í steyp o.tíl.

Ongar treytir verða settar viðvíkjandi navninum.

Uppskotsstillarar kunnu vera bæði einstaklingar og bólkar. Dómsnevndin skilar sær rætt til at velja navn og búmerki frá hvør sínum uppskotsstillara. Virðislønin er tá 2.000 krónur fyri hvørt uppskot. Dómsnevndin skilar sær eisini rætt til einki uppskot at velja.

Uppskot skulu sendast í brævbjálva til Høgna Jacobsen, umboð fyri Argja róðrarfelag, Djóna í Geil gøta 17, 100 Tórshavn, ella við teldubrævi til hognijac74@gmail.com.

Innlatingarfreistin er 07.07 2014. Vinnarin verður kunngjørdur 10.07 2014.

Vegna nýstovnaða felagið: Havnar róðrarfelag, Argja róðrarfelag og Róðrarfelagið Knørrur.

This entry was posted in tíðindi. Bookmark the permalink. Trackbacks are closed, but you can post a comment.

Skriva eina viðmerking

Tú mást vera loggað/ur á fyri at viðmerkja.