… men barnaróðurin kunnu vit skiftast um at taka uppá

Seinastu tvær stevnurnar hava vit í Knørrafelagnum í Havn samstarvað við kollfirðingar og runavíkingar um at taka barnaróðurin upp á video.

Vit hava sæð, at hetta hevur lítið upp á seg og er ein gongd leið, inntil tað eydnast at fáa KvF ella annan miðil upp í part.

Róðrarfeløgini kunnu skiftast um uppgávuna. RSF kann eisini áleggja stevnufyrireikarum hana fyri eina sømdarupphædd. Vit vinna øll við tað.

Tað er ikki neyðugt við teirri nógvu videoútgerðini. Ein iPhone er nóg mikið. Vit kunnu so menna hetta til okkurt betri og snildari, um vit vilja. Ella vit behalda tað einfalt.

Vit í Knørrafelagnum í Havn sløkkja kameraið fyri hesa ferð og senda við hesum stafettina og hugskotið víðari.

This entry was posted in tíðindi. Bookmark the permalink. Trackbacks are closed, but you can post a comment.

Skriva eina viðmerking

Tú mást vera loggað/ur á fyri at viðmerkja.