Logo, litir og annað blátt

Logo
Klaksvíkingurin Høgni Jacobsen teknaði logo okkara í 2005. Tað varð kosið besta uppskot í kapping við onnur og kunngjørt á 20 ára føðingardagsveitslu okkara. Blátt og hvítt logoSvart og hvítt logo.

Litir
RK er blátt og hvítt. Litirnir stava frá áttamannafarinum Postbátinum. Hann var bláur við hvítari rond, tá ið vit keyptu hann í 1985, og vit hava varðveitt litirnar síðani. Tekniskt eitur blái liturin RAL 5017.

Nøvn
Bátarnir hjá Róðrarfelagnum Knørri hava nøvn úr kvæðinum um Ormin Langa. Tað hava teir, tí at fyrsti bátur felagsins, Knørrur, fekk navn sítt hiðani.

Kvæðið um Ormin Langa
Kvæðið um Ormin Langa er ein týdningarmikil partur av Róðrarfelagnum Knørri, tí hiðani fáa vit nøvn til bátar okkara. Heinta tekstin til kvæðiðHoyr brot við Havnar dansifelagHoyr variant við sumbingumLes meira um yrkjaran og kvæðið.

Sangir
Knørrasangurin: Sjúrður Gullbein og Jákup Veyhe. Solosangur: Súni Danielsen. Kór: Knørrarógvarar 2013.  Hygg, har kemur Knørrur: Jákup Veyhe og Jarnbardakvinnur 2000. Solosangur: Súni Danielsen. Jarnbardur á odda sigldi: Brot úr Orminum Langa. Solosangur: Malan Eyðunsdóttir.

Skrift
Síðan 2008 hava vit nýtt skriftina Viking til prent á klæði og annað, tí hon hóskar væl til okkara stíl. Hon hevur ikki bókstavin ð. Vit brúka bókstavin d í staðin. Heinta skriftina her.