Innlendismálaráðið og NORA vitjaðu Róðrarfelagið Knørr

Seinastu dagarnar hava NORA (Norrønt Atlantssamstarv) og Innlendismálaráðið verið vertir fyri eini norðurlendskari nevnd, sum hevur vitjað í Føroyum. Eitt av sosialu tiltøkunum, sum eru á skránni er, at tey sleppa at rógva ein túr við einum kappróðrarbáti.

Hetta er roynt fleiri ferðir fyrr, og vanligt er at hava ymsar politikarar, sum hava róð fyrr, at stýra og leggja teimum lag á. Í gjár mannaðu tey tríggjar bátar hjá Knørrafelagnum, sum standa í Evensensneystinum.

Ernst Olsen stýrdi Knørri, Marin Katrina Frýdal Jarnbardi og Heðin Mortensen Herningi. Ongin veruligur kappróður var, men Ernst noyddist ein eyka túr, tí róðrarfólkið var púra hugtikið av upplivingini.

Ein eldri maður, sum var umborð á tí eina bátinum, segði aftaná, at politikarar skuldu verið tvingaðir til at róð kapp av og á. “After ten minutes we were a team” staðfesti hann fegin um túrin og eitt stórt upplivilsi ríkari.

Tekstur og myndir:
Heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu, https://www.torshavn.fo/Default.aspx?pageid=37&NewsItemID=8282

This entry was posted in tíðindi and tagged . Bookmark the permalink. Trackbacks are closed, but you can post a comment.

Skriva eina viðmerking

Tú mást vera loggað/ur á fyri at viðmerkja.