Í dag eru vit errin í Knørrafelagnum

Tað gekk strúkandi hjá knørrabátunum á Eystanstevnu í dag. Okkara óføru manningar vunnu ikki færri enn 3 silvur og 1 gull. Genturnar á Jallinum og menninir á Jarnbardi og Knørri vunnu silvur, og okkara sterku Jarnbardaquinnir vunnu enn eina ferð gull, og tað er líka deiligt hvørja ferð, skulu vit heilsa og siga.
Hartil fingu dreingirnir á Jallinum eitt flott fjórðapláss, eins og menninir á Orminum Langa gjørdust nummar fýra av fýra. Pílur róði eisini við barnamanning og stóð seg væl eftir umstøðunum.
Takk fyri dagin, tit røsku manningar. Vit hava nógv at vera errin um í felagnum!
Hjartaliga til lukku, og koyr á RK!

This entry was posted in bátar. Bookmark the permalink. Trackbacks are closed, but you can post a comment.

Skriva eina viðmerking

Tú mást vera loggað/ur á fyri at viðmerkja.