Hvíl í friði, tú mannarósa – minni um Øssur Gudmundarson

Okkurt vakurt støkk sundur innan í okkum, tá ið tað leygarkvøldið frættist, at Øssur Gudmundarson var deyður. Ein trúføst sál er farin. Eitt ediligt hjarta er sløknað.

Góði Øssur.Tað var deiligt at fylgjast við einum so trúgvum og mildum menniskja sum tær. Altíð við tí ríka orðinum og einum ófrávíkiligum áliti í tínum eygnabrá. Tú hevði okkurt gott inni í tær. Okkurt heitt og smittandi, sum kyrraði og gjørdi sinnini løtt.

Tað var gaman at hava teg í felagsskapinum, og vit, sum sluppu at kenna teg og njóta tín trúskap, hava nógv at takka fyri. Kunnu spegla okkum í tínari erligheit og tínum trúfesti, um vit bert megna at flysa burtur av okkum teir fáfongdarskjøldrar, sum vit hava lyndi til at hylja okkum við.

Tú hevði ongar slíkar skjøldrar, Øssur. Tú vart bara tú. Trúgvur og lættur at blíva góður við. Gekk treytaleysur tann góða vegin, ið vit stundum hava so ilt við at finna sjálv. Takk fyri tann vísdómin, tú gavst okkum.

Hvíl í friði, góði Øssur, og Jesuspápi veri hjá tykkum nærmastu, sum eftir sita.

Róðrarfelagið Knørrur

This entry was posted in tíðindi. Bookmark the permalink. Trackbacks are closed, but you can post a comment.

Skriva eina viðmerking

Tú mást vera loggað/ur á fyri at viðmerkja.