Hallur og fuglfirðingar á Hálsi 31. januar

31. januar sleppa vit ordiliga at dansa jólini av okkum, tá ið Hallur Joensen og bólkurin Four Menh úr Fuglafirði fara at geva okkum eitt ógloymandi kvøld í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn.

Hallur, sum er eitt must til stemning og country, gleðir seg at fara á pallin og fer sjálvandi at tendra hjørtuni hetta kvøldið eisini, eins og hann altíð megnar at gera.

Four Menh spæla vælsvingandi country- og popptónleik, bæði føroyskan og útlendskan ala Billy Joel, Ray Charles, The Beatles og Robbie Williams. Teir seta futt í fólk og hava spælt til fleiri tiltøk áður, eitt nú til Countryfestivalin í Sørvági, har teir vóru sera vælumtóktir.

Róðrarfelagið Knørrur skipar fyri dansinum. Hetta er árligt tiltak hjá felagnum, og sum altíð er høllin hugnalig, har fólk eisini kann svala á sær millum melodiirnar.

Dansurin byrjar klokkan 22. Atgongumerki fáast við dyrnar. Tikið verður ímóti korti.

This entry was posted in bátar. Bookmark the permalink. Trackbacks are closed, but you can post a comment.

Skriva eina viðmerking

Tú mást vera loggað/ur á fyri at viðmerkja.