Gull og tannagrísl – Eystanstevnan 2018

Eystanstevnan hjá Knørrafelagnum í Havn var ein miksturur av súrligum sitrónum og stoltum lumumbakaramellum.

Tað byrjaði heilt okey. Smágenturnar á Tambar avanseraðu aftur og eru nú komnar á eitt fimta pláss, og smádreingirnir á Píli endurvunnu sætta plássið frá Norðoyastevnu. Útmerkað.

Men so fingu vit ein smekk, tá ið genturnar á Tambar endaðu á fjórða plássi í sínum róðri, eftir at hava átt fyrsta og annað plássið á undanfarnu stevnum. Uttan at taka nakað frá røsku kappingarneytum okkara, so høvdu genturnar vissuliga ein ringan dag, og tær fara púra vist at vinna seg fram aftur á medaljuplássini aftur. Komið sterkt aftur, gentur!

Knørrafólk gingu ikki leingi rósuleys, tí longu í næsta róðri gjørdu dreingirnir á Jallinum bart og vunnu sín róður í flottum stíli. Sera væl róð, og ikki minni sera væl uppiborið hjá hesum røsku knørradreingjum, ið hava vant so dúgliga fyri at vera við í fremstu røð. Hjartaliga til lukku, dreingir. Ólukksáliga flott!

Vit gingu nú heilt elektrifiseraði á runavíkskai, men súrnaðu skjótt aftur um trýnini, tá ið kvinnurnar á Jallinum bara blivu nummar fýra, eftir at tær hava vunnið heiðursmerkir á bæði Norðoyastevnu og Sundalagstevnu. Og tey fimm sekundini til fremst bát tognaðu til fjúrtan. Tað er einki yvir at dylja, at tað hevur ikki gingið eftir vild hjá sigursvandu jalskvinnum okkara, men úrslitini fara vónandi at koma. Vit krossa fingrar!

Og so var tað, at vit blivu skrykt til himmals av tíggjumannafarsróðrinum, sum verður ein tann minniligasti í summar. Menninir á Orminum Langa, sum annars hava róð púra lýtaleyst í ár, forskrektu lívið av okkum øllum við einum heilt elendigum starti og ruku tað mesta av eini bátslongd aftur um hinar, men tað gjørdi ikki mun. Púra kaldir róðu teir seg fram á oddan aftur og struku av stað við sigrinum fyri triðju ferð á rað. Eitt bragd, so tað forsló og klirraði í rútunum heilt til Havnar. Takk fyri ein ótrúliga spennandi og flottan róður, tit ormsins garpar. Vit eru sanniliga errin av tykkum! Men gevið okkum ikki fleiri slíkar gysarar. Tað heldur vanligt fólk ikki til.

Soleiðis hilnaðist nú eystanstevnan hjá okkum knørrafólkum í Havn. Tað var, sum skaldið kvað:
“Stundum niðri við havsins botn, stundum uppi í ský.”

Vit gloyma ikki at takka runavíkingum fyri eina væl fyriskipaða Eystanstevnu. Í ár hava høvdu teir flutt málið eitt vet longur inn á fjørðin fyri at skapa betri samanhang millum upplivingarnar á bryggjuni og kappróðurin, og tað eydnaðist sera væl. Vit fingu eitt gott upplivilsi. Gott í tykkum har inni.

Síggjast á jóansøku,
vit øll í Knørrafelagnum í Havn

Jallurin og Ormurin Langi, stoltir gullvinnarar á Eystanstevnu 2018. Húkandi ytst til vinstru okkara ikki minni stolti formaður, Sámal Kristiansson.

This entry was posted in tíðindi. Bookmark the permalink. Trackbacks are closed, but you can post a comment.

Skriva eina viðmerking

Tú mást vera loggað/ur á fyri at viðmerkja.