Góður dansur á Hálsi, leygarkvøldið 12. januar

Leygarkvøldið 12. januar klokkan 22.30 bjóðar Róðrarfelagið Knørrur til almennan dans í høllini á Hálsi við norska dansibandinum Contrazt og okkara heimligu Hans Jacobi og vinmonnum.

Orkestrini
Contrazt er millum bestu orkestur í Noregi, har tað gjørdist ársins dansiband í 2011. Tey eru umbiðin um alt Skandinavia, duga væl at fáa lív í og spæla framúr tónleik.

Hans Jacob og vinmenn eru kendir frá føroyskum dansigólvum og ynskikonsertum. Teir spæla populerar hjartabrúsarar og eru í toppformi, so karmarnir eru settir til eitt gott kvøld.

Atgongumerki
Atgongumerki á kr. 300 fáast í Kunningarstovuni í Havn og við dyrnar til dansin.

Róðrarfelagið Knørrur hevur skipað fyri fleiri slíkum kvøldum fyrr, og sum vant er hugnað um í høllini, so at fólk kunnu svala sær á millum dansirnar. Felagið heilsar øllum hjartaliga vælkomnum til eitt hugnaligt kvøld.

This entry was posted in tiltak. Bookmark the permalink. Trackbacks are closed, but you can post a comment.

Skriva eina viðmerking

Tú mást vera loggað/ur á fyri at viðmerkja.