Rógv í RK

Vilt tú rógva, er Róðrarfelagið Knørrur ein góð byrjan. Her eru upplivingar til børn, ung og tilkomin. Ring til nevndina ella send eitt teldubræv til rk@rk.fo. So ert tú longu á veg umborð.

Barnaróður

Í RK læra børn bát og sjógv at kenna. Hetta er um várið og summarið, tá veðrið er gott. Um veturin venja vit á maskinum. Vit grunda barnaróðurin á læru og stuttleika og royna at fáa tey úrslit, sum møguleikarnir geva okkum.

Ung

Vilja tey ungu rógva mót teim bestu og kanska vinna eitt FM-heiti, so geva vit teimum møguleikan til tess. Tá leggja vit teimum lag á við venjingini og stuðla eftir førimuni. So hvørt, sum tey gerast eldri, avgreiða tey oftast venjing sína sjálv, og felagið leggur umstøður til.

Tilkomin

RK er eisini fyri tilkomin, sum vilja halda sinn og skinn við líka. Vit hava bátar, sum burturav eru til hetta endamál.