Category Archives: tíðindi

Innlendismálaráðið og NORA vitjaðu Róðrarfelagið Knørr

Seinastu dagarnar hava NORA (Norrønt Atlantssamstarv) og Innlendismálaráðið verið vertir fyri eini norðurlendskari nevnd, sum hevur vitjað í Føroyum. Eitt av sosialu tiltøkunum, sum eru á skránni er, at tey sleppa at rógva ein túr við einum kappróðrarbáti. Hetta er roynt fleiri ferðir fyrr, og vanligt er at hava ymsar politikarar, sum hava róð fyrr, [...]

Posted in tíðindi | Tagged | Leave a comment

Seksmannafarið Gamli Jarnbardur til sølu

Róðrarfelagið Knørrur selur seksmannafarið Gamla Jarnbard. Talan er um tann upprunaliga Jarnbardin, hin so kenda vinnaran í føroyskum kvinnuróðri. Báturin er góður, men felagið hevur ikki pláss fyri honum longur. Tí verður hann seldur. Prísuppskot: 15.000 kr. Til ber at bjóða og hoyra meira við at skriva til Róðrarfelagið Knørr á rk@rk.fo ella ringja 792736. Hægstbjóðandi fær bátin. [...]

Also posted in gamli jarnbardur | Comments closed

Tíggjumannafarið Kongurin til sølu

Róðrarfelagið Knørrur selur tíggjumannafarið Kongin. Báturin hevur áður itið Eysturoyingur, Norðingur og Ormurin Langi. Eitt ediligt stykki, men nýggjur bátur er bygdur, og pláss er ikki fyri Konginum longur. Tí verður hann seldur. Prísuppskot: 15.000 kr. Til ber at bjóða og hoyra meira við at skriva til Róðrarfelagið Knørr á rk@rk.fo ella ringja 792736. Hægstbjóðandi fær bátin. Sámal [...]

Also posted in Kongurin | Comments closed

Knørrafelagið stóð væl til FM í inniróðri

Nikoba í Gong, Hildur H. Magnussen og Linda R. Klein vunnu gull í sínum bólkum á 2000 metrum, Silja Poulsen vann silvur, Jan Arge og Jens Petur Gaard Magnussen vunnu bronsu, og genturnar á Tambar rundaðu dagin av við at vinna gullið í kvinnustafettini. Tey, sum bóru bláa flaggið í dag, vóru Dánial, Hildur, Jan, [...]

Also posted in manningar | Leave a comment

Millum tøkini: Allan Mouritsen

Vit møta einari eldsál í Róðrarfelagnum Knørri um mánaðin fram til stevnurnar. Nú venjingin av álvara er byrja, vektstengurnar avstøvaðar og tað síðsta av jóladøgurðanum sveitta vekk eru fleiri andlit at síggja niðri í venjingarhølunum. Tó so er serliga eitt av hesum andlitunum sum ikki hevur ligið á løtu liðini. Allan Mouritsen hevur verið at [...]

Also posted in jallurin, manningar | Leave a comment

Millum tøkini: Henningur-Einar Juul

Henningur

Nú jólini og nýggjári eri fari aftur um bak er tíð hjá róðrarfeløgum at vakna úr bjarnardúrinum og fara til verka og gera klárt tl stevnunar. Her í RK hava vit vant alt árið, men hvørjar eru hesar ótroyttandi eldsálir sum toga í árina alt árið runt? Vit møta einari eldsál um mánaðin fram til [...]

Also posted in manningar, ormurin langi | Leave a comment

Terji smíðar Tambar

Í einum kjallara á Kjalnesi í Kollafirði stendur Tambar, nýggja fimmmannafarið hjá Róðrarfelagnum Knørri. Tað er Terji Reinert Jakobsen, sum smíðar, og nú eru flábondini íkomin og remmuborðið og rimin eftir at laða. Tað var í summar, at Róðrarfelagið Knørrur gjørdi av at byggja nýtt fimmmannafar aftur at teimum báðum, sum felagið longu hevur, Píli [...]

Also posted in bátar, tambar, tambar | Leave a comment

RK hevur aðalfund fríggjadagin 29. desember

Nevndin í Róðrarfelagnum Knørri boðar við hesum til aðalfundar fríggjadagin 29. desember klokkan 17 í hølum felagsins í Tollbúðini. Skrá fyri aðalfundin: 1. Val av orðstýrara og fundarskrivara 2. Formansfrágreiðing frá farna ári 3. Góðkenning av roknskapi 4. Innkomin mál 5. Val av nevnd, tiltakslimum og grannskoðara 6. Ymiskt Uppskot til atkvøðugreiðslu skulu sendast við [...]

Also posted in tiltak | Leave a comment

Í Knørrafelagnum skulu øll undir 18 nýta bjargingarvest

Felagið heitir somuleiðis støðugt á tey vaksnu um at gera tað sama. Formaður felagsins, Sámal Kristiansson, var í 3-2 og greiddi frá. > Hoyr innslagið. > Les eisini: Róðrarfelagið Knørrur er eitt trygt róðrarfelag

Posted in tíðindi | Leave a comment

Skrá fyri Knørraloppuna

> Les meira um stóra tiltakið og síggj m.a. hvussu tú bíleggur loppuborð, har børnini sleppa at vera sínir egnu handilsmenn.  

Also posted in tiltak | Leave a comment