Category Archives: bátar

Róðrarfelagið Knørrur nýggjar bjargingarvestar frá Trygd

Við nýggju vestunum kunnu rógvarar felagsins framhaldandi vera tryggir, bæði undir venjing og á túrum. Brian Smedemark er stjóri í Trygd: “Føroyskur kappróður hevur ment seg nógv seinastu árini, og rógvarar brúka nógva tíð og orku fyri at røkka á mál. Júst hetta lýsir so sera væl virðisgrundarlagið hjá Trygd – dugnasemi, eldhugi og framsøkni. [...]

Posted in bátar | Leave a comment

RSF: Vinnandi bátar fara framvegis at liggja í miðjuni

Róðrarsambandið hevur slept ætlaða nýggja háttinum at leggja bátar. Á aðalfundi RSF tann 20. mars varð annars eftir uppskoti frá RSF gjørd tann fyribilssamtykt, at vinnandi bátur frá síðstu stevnu skuldi ikki longur liggja mittastur í feltinum, men ytstur í øðrum borðinum og hinir honum við lið. Aftasti bátur skuldi soleiðis at liggja ytstur í [...]

Posted in bátar | Leave a comment

RK fyllir 36 ár

28. februar er føðingardagur hjá Róðrarfelagnum Knørrur. Dagurin varð hátíðarhildin dagin fyri, tá felagið bjóðaði til kaffi, køkur, fruktsaft og annað gott. Hetta fór fram samstundis sum 2. umfar av RK Prix kappingini varð hildið. Tað er ikki vanligt, at eitt kappróðrarfelag fær nakra serliga føðingardagsgávu á 36 ára degi sínum. Men RK fekk veruliga [...]

Posted in bátar | Leave a comment

Koyr humor í sósina! Ormurin Langi er aftur føroyameistari í kappróðri hjá tíggjumannaførum

Nýggjárskvøld 2013 standa nakrir dreingir inni í súkkluskúrinum í studentaskúlanum Hoydølum og brúka seg. Sigarettirnar hoppa í kinnklovunum, og høvdini fara á ymsa lið, so at roykurin kemur ikki í eyguni á teimum. So hvørt, teir eru lidnir við eitt evni, standa teir og gálva og sparka smásteinar, til onkur finnur upp á okkurt nýtt [...]

Also posted in ormurin langi, tíðindi | Leave a comment

Norskt ferðalið kappróði á Havnarvág

Knørraneystið í Evensens pakkhúsi við Eystaru vág fær javnan vitjan av ferðafólkum, sum vilja síggja føroysku bátarnar, og sum altíð eru tey hugtikin av vakra handverkinum og av søgunum, sum rógvararnir fortelja um upprunan til bátin. Leygardagin, 4. mai, var stórt ferðafólkalið og vitjaði. Tað var norskur hópur, sum var á samansjóðingarferð, og eitt ynski [...]

Posted in bátar | Leave a comment

Annika Olsen, borgarstjóri: Vit eru stolt av tykkum!

Í gjár varð manningin á Orminum langa heiðrað av Tórshavnar kommuna fyri FM-sigurin hjá tíggjumannaførunum í ár. Hetta var í móttøkuhúsinum hjá kommununi í Tróndargøtu. Tey vóru ógvuliga gestablíð hjá kommununi, og Annika Olsen, borgarstjóri, bar manningini á Orminum Langa og umboðum fyri Róðrarfelagið Knørr eina sera vakra heilsan. Í næstum verður móttøka fyri hinum [...]

Also posted in ormurin langi, tíðindi | Leave a comment

Róðrarfelagið Knørrur nógv heiðursmerkir í Vági

Hóast mjørkin hevði hug til at spæla kappróðrinum eitt puss, royndist Jóansøkan í Vági væl hjá Róðrarfelagnum Knørri. Ormsmenn sigraðu aftur og vunnu gull, jalsdreingir og tambargentur vunnu silvur í sera tættari kapping, og jalskvinnur endurtóku bronsuna frá sundalagsstevnu. Barnamanningin við gentum helt eisini fast við sína støðu og leggur sær nøkur stig aftur at [...]

Also posted in jallurin, tambar, tíðindi | Leave a comment

Ein góð norðoyastevna hjá Róðrarfelagnum Knørri

Fyrsta FM-stevnan er farin aftur um bak, og Róðrarfelagið Knørrur kom væl frá starti. Genturnar á Tambar og menninir á Orminum Langa vunnu gull, og dreingirnir og kvinnurnar á Jallinum vunnu bronsu í góðari kapping um fyrsta plássið. Við hesum vunnu allir bláir fm-bátar heiðursmerki. Barnamanningarnar vóru eisini nøgdar við síni úrslit, hóast tað ikki [...]

Also posted in jallurin, ormurin langi, tambar | Tagged , , | Leave a comment

Millum tøkini: Vár Antoniussen

Nú stevnurnar av álvara standa fyri durum, hava rógvarar og róðursfólk úr at gera við síðstu fyrireikingunum. Tó, so hevur Vár Antoniussen givið sær stundir at svara upp á teir tíggju altavgerandi spurningarnar ímillum tøkini. Vár hevur róð í trý ár og situr nú við róðrið á øðrum ári og vísir sínar dygdir. Bátur: Tambar [...]

Also posted in tambar | Leave a comment

Millum tøkini: Allan Mouritsen

Vit møta einari eldsál í Róðrarfelagnum Knørri um mánaðin fram til stevnurnar. Nú venjingin av álvara er byrja, vektstengurnar avstøvaðar og tað síðsta av jóladøgurðanum sveitta vekk eru fleiri andlit at síggja niðri í venjingarhølunum. Tó so er serliga eitt av hesum andlitunum sum ikki hevur ligið á løtu liðini. Allan Mouritsen hevur verið at [...]

Also posted in jallurin, manningar | Leave a comment