Tambar

Á vári 2007 læntu vit Báruna frá hvalvíkingum, málaðu bátin bláan og nevndu hann Tambar eftir boganum hjá Einari Tambarskelvi í kvæðinum um Ormin Langa. Hetta árið var hann mannaður við gentum. Í 2008 bygdu vit okkara egna Tambar. Kaj Hammer smíðaði. Í 2014 varð hesin bátur seldur, og eingin Tambar var síðan í felagnum fram til 2018, tá vit bygdu nýggjan bát. Hetta sama árið gjørdist Tambar føroyameistari fyri fyrstu ferð. Terji Reinert Jakobsen í Kollafirði smíðaði.