Ormurin Langi

Í 2008 fekk Róðrarfelagið Knørrur fyrsta tíggjumannafar sítt. Tað fekk navnið Ormurin Langi eftir skipi Ólav kongs í kvæðinum um Ormin Langa. Í 2016 keyptu vit Norðingin, (gamla Eysturoying), og róðu við honum nakrar stevnur undir ormsnavninum. Í 2018 seldu vit henda bát aftur og bygdu nýggjan Orm. Hetta árið vunnu vit føroyameistaraheitið hjá tíggjumannaførunum fyrstu ferð. Fyrsta Orm okkara hava vit enn og nevna Kongin. Sámal Hansen smíðaði allar tríggjar bátar.

Mynd: Jan Herman Hansen, vestanstevna 2018