Knørrur

Áttamannafarið Knørrur var fyrsti bátur okkara og varð keyptur í 1985, tá felagið varð stovnað. Hann fekk navn úr kvæðinum um Ormin Langa, og síðan hevur kvæðið verið navnakelda okkara. Fyrsta Knørrin smíðaði Niclas í Koltri í 1974. Verandi Knørr smíðaði Sámal Hansen í 2000.