Jallurin

Á vári 2006 fingu vit fyrsta fimmmannafar felagsins. Tað fekk navnið Jallurin eftir norska jallinum, Eiriki Hákunarsyni, í kvæðinum um Ormin Langa. Í 2011 fingu vit nýggjan Jall, og hetta árið gjørdist hann eisini føroyameistari fyrstu ferð. Sámal Hansen smíðaði báðar bátarnar.